Tað er eitt serstakliga litfagurt, forvitnisligt og fjølbroytt blað, skúlabørn og onnur fáa upp í hendurnar, tá tey blaka seg í sofuna við Stroki í hesum døgum.
Í blaðnum verður spurt, sum Gentur elska ljósareytt, ella um tað nú er so? Granskarar hava kannað yndislititn hjá vaksnum fólki, og úrslitini vísa, at kvinnur og menn hava serligar yndislitir. Men er tað eisini so hjá børnum?
Burturúr tilfarinum kunnu vit eisini nevna, at í “Lætt og Leskiligt” hesaferð er ein leskiligur pastarættur, sum er bæði lættur og skjótur at gera. Í greinini “Eitt sindur um 13-talið” er nógv forvitnisligt at lesa. Visti tú til dømis at setur og rað nummar 13 ikki eru í flogførum?
Eitt ørvísi lív. STROK hevur práta við íslendsku gentuna Jaru, um hvussu tað er at vera barn og ungur í Reykjavík, og vit lesa um Lort. Síggj hvussu feitt tað var!
Ynskimyndirnar hesuferð eru: Thierriy Henry og Dia Regin.
Eisini eru Blits, Fríkorterið, Krossorðagátan, Børnini tekna, Børnini skriva og mangt annað í blaðnum.