Gjamma við nýggjum búmerki

Eftir at Gjamma nú hevur verið virkið í næstan tvey ár, hava tey nú fingið nýtt búmerki. Henda fyrsta tíðin er nýtt til at finna útav hvat Gjamma skal fáast við og endamálið skal vera. Gamla búmerkið hjá GJAMMA myndaði trý fólk sum sótu saman og ?gjammaðu? eitthvørt. Í nýggja búmerkinum er myndin tikin burtur, og hevur ein ístaðin latið navnið og litin mynda búmerkið, so tað er meira stílreint. Sloganið er tó tað sama: ?You become what you listen to!? Tað er Regin Guttesen, sum hevur gjørt nýggja búmerkið hjá Gjamma.

GJAMMA fer framyvir at halda fram við tí virksemi sum longu er í gongd, eins og ítøkiligar ætlanir um at víðka um virksemið eisini eru frammi, soleiðis at tað umframt fløgusølu og konsertfyrireikan eisini fer at umfata eitt plátufelag. Arbeitt verður í løtuni við fyrstu útgávuni, og innspælingaravtala verður í hesum døgum gjørd við ein kendan føroyskan tónleikara.

Næsta konsertin, ið Gjamma skipar fyri er við heimskenda gospelsangaranum Ron Kenoly, sum fer at framføra eina stórfingna jólakonsert 19. desember í Kelduni í Skálafirði saman við United Voices og fleiri øðrum sangarum og spælarum frá Føroyum og USA. Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Gjamma, www.gjamma.com.