Tíðliga gjáramorgunin varð norska løgreglan boðsend, tí fólk hildu, at onkur fór illa við eini kvinnu í grannahúsinum, men tá løgreglan kom á staðið, var veruleikin ein annar Uppgávurnar hjá løgregluni kunnu vera ymiskar, ikki minst í vikuskiftinum, tá fólk eru úti - ella samlast heima hjá hvørjum øðrum. Hetta er eisini tíðin, tá frokostarnir so smátt byrja, og nógv fólk eru saman í veitslulag.
Norskar netsíður skriva í morgun, at tað er ikki á hvørjum degi, at løgreglan leggur upp í kynsliga samveru millum fólk.
Men tað gjørdi løgreglan altso tíðliga í gjáramorgunin.
Tað vóru grannar, sum boðsendu løgregluni, tí tey hildu, at ein kvinna í grannahúsinum var fyri ágangi. Tey hoyrdu rópini út á geilar...
Men tá løgreglan kom á staðið, var talan als ikki um neyðarróp.
- Klokkan 07.30 fingu vit eina fráboðan um, at onkur helst var fyri ágangi. Vit sendu ein bil á staðið, men sambært teimum trimum, sum vóru í íbúðini, snúði larmurin seg um heilt onnur ?ting?, sigur løgreglan í Noregi.
Lagt verður aftrat, at hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan er boðsend, tá fólk sum í hesum føri hava hugnað sær saman.