Hóast tey flestu longu geva til kennar, at EB/Streymur longu er meistari, so vilja tey hjá felagsliðnum avgjørt ikki taka nakað sum helst fyri givið, fyrr enn matematisk vissa er fyri hesum.
Og tað er nú kanska heldur ikki so løgið. Fyri bara tveimum árum síðani var EB/Streymur í næstan líknandi støðu. Undan fjórð seinasta umfarinum var munurin aftur til HB á øðrum plássi sjey stig. Seinastu fýra umførini vann EB/Streymur tó einans fýra stig, meðan HB fekk fulla úrtøku, og tí endaði alt við, at HB gjørdist føroyameistari við 55 stigum – eitt meira enn EB/Streymur.
Við útgangsstøði í dagsins stigatalvu, so eru oddsini tó enn betur hjá EB/Streymi hesaferð. Eisini hóast tap skuldi verið í hendi í Runavík, er FM-heitið væl og virðiliga í nánd. Og hóast NSÍ skuldi fingið fulla úrtøku úr seinastu fýra dystunum hjá sær, so kunnu teir ikki røkka meira enn 52 stigum. Tað vil við øðrum orðum siga, at trý stig í seinastu fýra dystunum geva neyðugu vissuna fyri, at fýrverk, spreingihorn og konfetti kann finnast fram í felagshúsinum við Margáir.