kunnu semjast um, at skattatrýsið varð ov høgt. Um skattatrýstið er ov høgt, missir onkur hug at arbeiða, eins og fólk, sum eru síni egni arbeiðsgevari, onkursvegna sleppa sær undan at geva alla inntøkuna [...] Heldur fara íleggjarafeløg, ella strategiskir íleggjarar, sum fara at gera íløgur. Partvíst fyri at gera íløgur ella partvíst fyri at fáa størri marknaðarpart. Skattalætti liggur neyvan fremst hjá slíkum [...] grundgevingin verið, at tær rinda so lítið í landsskatti. Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki varð gingin. Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan skattalætta fyri at keypa partabrøv.
álopið, vísa á, at umheimurin slapp ikki at fylgja við bardøgunum í býnum. Bara tíðindamenn, sum amerikanska herleiðsloan hevði góðkent, sluppu við hermonnunum. Tað er ein orsøk til, at sendingin hevur [...] -Vit fingu at vita, at øll, sum gingu, tosaðu ella andaðu, skuldu roknast sum fíggindar, sigur hann við italska sjónvarpið Rai. Sjálvur lýsir hann álopið sum eitt hópdráp. Hann greiðir frá, at ungdómar [...] heil. Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanski herurin verður lagdur undir at hava brúkt kemisk evni í bardøgunum í Fallujah. Longu tann 10. november í fjør ljóðaði, at amerikanararnir brúktu kemisk evni
gera vart við, at Fólkafloksins politikkur hevur sum mál, at hava greiðan skilna á uppgávum millum land og kommunur og vilja leggja mundandi meira út til kommunur við teirri sanføring, at hesar røkja t [...] á odda fyri at fáa savna kommurnar í størri eindir, so hesar kunnu fáa fleiri mál løgd út til umsitingar. Hetta er neyðugt fyri bæði borgaran og nærleikan, samstundis fer hetta í longdini at gerast bíligari [...] bíligari, tí vit vita, at kommunurnar hava ikki minni ábyrgdarkenslu enn landsmyndugleikarnir, og eru avgjørt minst líka væl fyri at umsita mál, sum landsmyndugleikin er. Hetta hevur týðiliga verið prógvað
seymar. Fólk tora væl Tað skerst ikki burtur, at nógv av pløggunum í Jamm eru so sermerkt, at øll neyvan høvdu torað at gingið í teimum. Ása heldur tó, at fólk tora nógv betri enn hon hevði vænta, tá tær [...] hugskotum millum fólk, men at nógv kanska aftra seg við at fara í holt við tað. Tí fara tær eisini at bjóða fólki skeið í teimum ymsu hondarbeiðsteknikkunum, um áhugi vísir seg at vera fyri tí. [...] Umframt at fáa seymað klæðir eftir máti, kanst tú eisini koma inn á gólvið í Jamm við einum hugskoti og fáa Ásu og Meiken at gera lutin ella plaggið. Tær báðar eru rættiliga sannførdar um, at tað trýtur
Semja hevur leingi verið millum londini um, at svartkjaftaveiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum er alt ov stór, og at neyðugt er at tálma, soleiðis at heildarveiðan, sum hevur ligið um 2 miljónir [...] ið so tann tíðin er komin, at norðmenn aftur kunnu fiska, fara teir væntandi at siga, at hini londini tálmaðu ikki sínari veiði, meðan teir ikki fiskaðu ? og fara síðan aftur at fiska svartkjaft. Sum skilst [...] fundinum í Føroyum sagt, at teir fyribils eru givnir at fiska svartkjaft og vilja nú síggja, siga teir, um hini londini eisini vilja tálma sínari veiði. Men føroyskir eygleiðarar halda, at hetta bert eru kávalótir
nokk so nattúrligt, at vit hittast á máli av og á, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Av tí, at vit eru í somu støði á nógvum økjum, hava vit nógv at tosa saman um og tað er ógvuliga hent at fáa hugskot frá hvørjum [...] hvørjum øðrum og at læra av hvørjum øðrum.Tað hevur eisini størsta áhuga at hoyra um tær royndir, sum hini londini hava gjørt. Hann sigur, at tað er rættiliga gevandi at vera í sambandi við oyggjabólkar [...] kunnu læra nakað av. Løgmaður vísir á, at føroyingar hava rættiliga nógv samstarv við Hetland.Vinnuliga hava vit samstarv við Hetland, eitt nú innan aling við tað, at vit útflyta nógv alifóður tann vegin
hagtølini siga, men hann staðfestir tó, at tað ljóðar gott, um so er. Um dystin sunnudagin sigur Bjarni, at heir hava allar mans tøkar. - Nú er so bara eftir at vísa, at vit eisini kunnu spæla væl á heimavølli [...] sum hjálpti til at stýra monnunum. Eisini taldist Sigfríður millum málskjúttarnar, tá B36 í 1996 vann 3-1, og hóast hann ikki tímir at leggja so nógv í hagtøl, so heldur venjarin, at hetta kanska er ein [...] ein ábending. - Tað kann vera, at tað er tað, sum hevur restað í, flennir hann. Men hann er skjótur at leggja afturat, at hagtøl ikki eru meira enn tað sama. - Dysturin skal í øllum førum spælast, og vit
stríðslok samdust tey sameindu um at stovna ST til tess at forða fyri, at nazisman nakrantíð aftur fekk høvdið fyri seg og fyri at tryggja varandi frið í heiminum. Tað hevur eydnast at basa nazismuni, hóast hon [...] Sovjet og USA kundu semjast um, at henda rørsla var ein so stór hóttan móti mannaættini, at hesi stórveldi, ið annars sínamillum vóru sera ósamd, noyddust at ganga saman um at basa hesi mannavondu rørslu. [...] men teir eru tó ikki meira firtnir enn so, at danski forsætisráðharrin er gestur hjá russiksu stjórnini saman við fleiri av heimsins leiðarum, ið hátíðarhalda, at annar heimsbardagi endaði formliga sunnudagin
uttan iva koma at geva fyritøkuni, sum hevði fýra ár á baki, tá Gunvá yvirtók hana í februar mánað. - Samstarvið í gomlu fyritøkuni riggaði væl, men tíðin var komin at royna hvør sær. Eg valdi at yvirtaka Vasti [...] ikki í, at tað framvegis liggja nógvir møguleikar í fyritøkuni og hópin av avbjóðingum fyri framman. Ikki minst tá Norðoyatunnilin letur upp, sigur Gunvá og sipar til, at fasta sambandið bæði fer at gera [...] gera flutningin av prentlutum lættari, umframt at tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum møguleikum at røkja persónligu kundatænastuna.
leggja fólk størri dent á at forkela seg sjálvi og at føla seg væl. Tað er eitt rák í samfelagnum, sum Søren Lünell Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, heldur, at Suðuroyggin eigur at gera sær dælt av. Á [...] ikar í Suðuroynni hósdagin, skeyt hann upp at gera Suðuroy til eina heilsuoyggj. Hann vísti á, at í Suðuroy finnast øll fakfólk, sum eru ein fortreyt fyri at gera oynna til eina heilsuoyggj, heilt frá [...] á evnisdegnum, kom til tað úrslit at arbeiða víðari við fimm ymsum skeiðum í fyrstu atløgu. Miðað verður ímóti at halda hesi skeið í heyst og fólk eru farin í holt at fyrireika tey. Talan er um tvey skeið