Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
---
Tað var í november í fjør, at amerikanskir hermenn og irakska tjóðarhirðin lupu á býin Fallujah, har uppreistrarmenn hildu til. 300.000 fólk flýddu úr býnum, og tey fyrstu sluppu ikki heimaftur fyrr enn seks vikur seinni. Tá var allur býurin í sori.
Tey, sum hava gjørt italsku sjónvarpssendingina um álopið, vísa á, at umheimurin slapp ikki at fylgja við bardøgunum í býnum. Bara tíðindamenn, sum amerikanska herleiðsloan hevði góðkent, sluppu við hermonnunum. Tað er ein orsøk til, at sendingin hevur fingið heitið "Tað loyniliga hópmorðið".
Jeff Engelheart var ein av teimum amerikonsku hermonnunum, sum vóru við í bardøgunum í Fallujah.
-Vit fingu at vita, at øll, sum gingu, tosaðu ella andaðu, skuldu roknast sum fíggindar, sigur hann við italska sjónvarpið Rai. Sjálvur lýsir hann álopið sum eitt hópdráp. Hann greiðir frá, at ungdómar vóru roknaðir sum lóglig mál, og at hermenninir fingu boð um at vera varnir, tí herurin brúkti hvítt fosfor í bardøgunum inni í býnum.
-Eg sá brend lík, menn, kvinnur og børn. Tá fosfor spreingist, verður tað sum eitt skýggj, og øll, sum eru minni enn 150 metrar burturi, verða brend, sigur fyrrverandi hermaðurin.
Brúktu fosfor
Í sjónvarpssendingini eru fleiri myndir av fólki, sum doyðu í Fallujah. Andlit teirra eru avskeplað, men klæðini eru heil.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanski herurin verður lagdur undir at hava brúkt kemisk evni í bardøgunum í Fallujah. Longu tann 10. november í fjør ljóðaði, at amerikanararnir brúktu kemisk evni og eiturgass í bardøgunum. Síðani hava fleiri vitni greitt frá, at amerikonsku hermenninir brúktu brandbumbur og hvítt fosfor ímóti sivilfólki í býnum, men tað avsannaði amerikanska stjórnin. Hon viðgekk tó, at herurin hevði brúkt hvítt fosfor í Fallujah, men bara til ljós og ikki til álop á sivilfólk.
Tann italska sjónvarpssendingin byrjaði við myndum, sum vístu ræðslusligin børn leita sær skjól í Vietnam í 1972. Tað vísti seg, at amerikanararnir brúktu napalmbumbur ímóti sivilfólkinum har, og síðani hevur altjóða samfelagið sett forboð fyri at brúka kemisk vápn.