Elin Neshamar,
praktikantur
Stutt fyri jól lat ein sera forvitnisligur handil upp í Klaksvík. Tað eru tær báðar Meiken Steinberg og Ása Justesen, sum reka handilin Jamm, har allar vørurnar eru hondgjørdar, og tú neyvan finnur tvær av sama slagi.
Hugskot í bíðirøð
Tað tykist, sum at ongin endi er á hugskotunum til nógvu hondgjørdu lutirnar, sum eru at síggja í Jamm. Her finnur tú alt frá taskum úr troli og smúkkum úr glasi til pløgg og sera øðrvísi páskapynt. Tað eru Ása og Meiken, sum gera teir flestu av lutunum, men frætta tær um onkran, ið framleiðir okkkurt serstakt, taka tær fegnar ímóti.
Spurdar, um tær ongantíð verða tómar fyri hugskot, siga Meiken og Ása, at tað heldur er tvørturímóti.
- So skjótt eg eri liðug við ein lut, standa hundrað onnur hugskot og bíða. Og hugskotini koma allastaðni frá. Um eg til dømis síggi eitt spennandi slag av toyi ella ein øðrvísi knapp, síggi eg skjótt fyri mær, hvat hetta møguliga kundi verði brúkt til, sigur Meiken. Tað er Meiken, sum fæst við lutirnar, sum eru úr ull og tógvi, meðan Ása fyri tað mesta seymar.
Fólk tora væl
Tað skerst ikki burtur, at nógv av pløggunum í Jamm eru so sermerkt, at øll neyvan høvdu torað at gingið í teimum. Ása heldur tó, at fólk tora nógv betri enn hon hevði vænta, tá tær byrjaðu við handlinum.
- Tá fólk fyrst hava keypt okkurt her í Jamm eina ferð, koma tey ofta aftur. Eisini fyri at bíleggja okkurt, sum er gjørt eftir teirra persónliga sniði. Sjálvt um tú, í vanligum handlum kanst keypa klæðir í tíni stødd, er tað ikki vist, at tey sita, júst sum tey skulu, tí fólk eru so ymisk, sigur Ása.
Umframt at fáa seymað klæðir eftir máti, kanst tú eisini koma inn á gólvið í Jamm við einum hugskoti og fáa Ásu og Meiken at gera lutin ella plaggið.
Tær báðar eru rættiliga sannførdar um, at tað trýtur ikki við áhugaverdum hugskotum millum fólk, men at nógv kanska aftra seg við at fara í holt við tað. Tí fara tær eisini at bjóða fólki skeið í teimum ymsu hondarbeiðsteknikkunum, um áhugi vísir seg at vera fyri tí.