Samstarv
Í heyst fer Jóannes Eidesgaard, løgmaður uttanlands at vitja grannar okkara í oyggjalondunum fyri sunnan.
Í hesum sambandi fer løgmaður til Suðuroyggjar í september, har hann skal hitta politisku leiðararnar í Suðuroyggjum, Orknoyggjum og Hetlandi.
Talan er um at løgmaður skal hitta teir tríggjar ráðsformenninar, ella "conveners" á máli.
Conveners eru formenninir í ráðunum fyri ávikavist Suðuroyggjar, Orknoyggjar og Hetland. Sambandið ímillum teir og løgmann í Føroyum var nakað sum byrjaði fyri nøkrum árum síðani og hevur síðani verið fastur áttur í virkseminum hjá Føroya Løgmanni.
Nú er avtalað, at fundir skal vera ímillum teir fýra oyggjaleiðararnar einaferð um árið og í ár er fundurin so í Suðuroyggjum í døgunum 8. og 9. september.
Í fjør var fundurin í Føroyum.
Hava nógv felags áhugamál
Løgmaður vísir á, at Suðuroyggjar, Orknoyggjar, Hetland og Føroyar kunnu samanberast á nógvum økjum og vit hava nógv felags áhugamál.
? Vit eru øll oyggjalond og vit eru øll lond, sum eru partur í einum størri ríki. Men harafturat eru vit eisini næstu grannar, so tað er nokk so nattúrligt, at vit hittast á máli av og á, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Av tí, at vit eru í somu støði á nógvum økjum, hava vit nógv at tosa saman um og tað er ógvuliga hent at fáa hugskot frá hvørjum øðrum og at læra av hvørjum øðrum.Tað hevur eisini størsta áhuga at hoyra um tær royndir, sum hini londini hava gjørt.
Hann sigur, at tað er rættiliga gevandi at vera í sambandi við oyggjabólkar sum hesir, tí teir hava somu trupuleikar at dragast við, sum vit hava
? Eitt nú hava hetlendingar eina oljuvinnu og har kunnu vit læra nakað. Afturímóti hava vit eina fiskivinnu, sum hini oyggjalondini kunnu læra nakað av.
Løgmaður vísir á, at føroyingar hava rættiliga nógv samstarv við Hetland.Vinnuliga hava vit samstarv við Hetland, eitt nú innan aling við tað, at vit útflyta nógv alifóður tann vegin. Men vit hava eisini nógv samstarv í ferðavinnuni í sambandi við Norrøna og vit hava eisini eitt mentanarligt samstarv við Hetland.
? Vit hava tosað um, at tað mentanarliga samstarvið, sum umfatar Hetland og Føroyar í dag, eisini skal umfata Orknoyggjar og Suðuroyggjar, sigur Jóannes Eidesgaard.