B36 leitar eftir sigrinum

B36 hevur ikki vunnið í Vági síðani 1997, og eisini ta ferðina var Sigfríður Clementsen á beinkinum

Upptakt

Tað tykist vera móti oddaliðunum, at VB stendur seg best. Í øllum førum eru teir báðir sigrarnir hjá liðnum í ár fingnir til høldar móti ávíkavist nummar tvey og trý á stigatalvuni, og nú kemur verandi oddaliðið á vitjan.
Skal metast eftir hagtølunum, so hevur VB eisini góð kort á hondini, tí leitast skal aftur til 1997, um seinasti B36-sigurin skal finnast.
Bjarni Johansen ? veteranurin í VB-málinum ? tykist ikki leggja so nógv í, hvat hagtølini siga, men hann staðfestir tó, at tað ljóðar gott, um so er.
Um dystin sunnudagin sigur Bjarni, at heir hava allar mans tøkar.
- Nú er so bara eftir at vísa, at vit eisini kunnu spæla væl á heimavølli. Kanska tað kann seta menninar eitt sindur eyka upp, at talan er um oddalið, og í øllum førum er ætlanin at vinna, staðfestir hann.

Venjarin er hin sami
Á beinkinum hjá B36 verður helst Sigfríður Clementsen, og hann tykist í øllum førum hava góð minni úr Vági. Tá B36 í 1997 vann 2-1 í Vági, var tað nevnliga Sigfríður, sum stýri liðnum stóran part av dystinum. Hetta tí Tomislav Sivic, sum tá var leikandi venjari hjá B36, varð rikin av vølli undan steðginum, og eftir hetta var tað so Sigfríður, sum hjálpti til at stýra monnunum. Eisini taldist Sigfríður millum málskjúttarnar, tá B36 í 1996 vann 3-1, og hóast hann ikki tímir at leggja so nógv í hagtøl, so heldur venjarin, at hetta kanska er ein ábending.
- Tað kann vera, at tað er tað, sum hevur restað í, flennir hann. Men hann er skjótur at leggja afturat, at hagtøl ikki eru meira enn tað sama.
- Dysturin skal í øllum førum spælast, og vit fara eftir stigunum. Seinastu dystirnar hevur talan verið um stóra framgongd í spælinum, og tað vilja vit halda fast um, sigur Sigfríður.
Um manningina til dystin sigur venjarin, at B36 hevur at kalla alt fólkið tókt. Einasta undantakið er Klæamint Matras, sum hevur drigist við skaða. Hann varð tó innskiftur í dystinum móti KÍ, men síðani er skaðin versnaður aftur, og hóskvøldið var støða framvegis ikki tikin til, hvørt hann fór at verða partur av hópinum sunnudagin.