Bræv til Fólkaflokkin

Viðvíkjandi fyrispurningi frá Jørgen Niclasen til Bárð Nielsen seinasta mikudagin 8. mars um uppbýti av lands- og kommunuskatti.

Jógvan við Keldur, Heðin Zachariasen og Poul Michelsen, løgtingsmenn

Í samband við omanfyrinevnda fyrispurning, fara vit at vísa til ávíkavist samrøðu og grein okkara í Sosialinum 10. og 13. mars og tað, sum sagt varð í løgtinginum, har vit mótmæltu floksins støðu hjá bæði fyrrverandi og núverandi formanni í tingbólki Fólkafloksins.

Vit eru, sum eisini víst er til í Sosialinum, samdir um, at sjálvur fyrispurningurin frá Jørgen Niclasen til Bárð Nielsen er í fínasta lagi og viðkomandi, men átala tað, sum síðani kom fram undir sjálvari umrøðuni.

Tað sum bæði Óli Breckmann og Jørgen Niclasen søgdu undir viðgerini og tann misteinkiligerðing av kommununnar brúki av peningi, er uttanfyri alt mark og uttan grundarlag.

Kommunrnar komu ótrúliga væl undan kreppuni, uttan at fáa nakra sanering, (tó varð javnað frá betri til verri stillaðar kommunur), meðan tað ikki kann sigast um hinar partarnar í samfelagnum.

Fólkaflokkurin gongur - og vil framvegis ganga - á odda fyri at fáa savna kommurnar í størri eindir, so hesar kunnu fáa fleiri mál løgd út til umsitingar.

Hetta er neyðugt fyri bæði borgaran og nærleikan, samstundis fer hetta í longdini at gerast bíligari, tí vit vita, at kommunurnar hava ikki minni ábyrgdarkenslu enn landsmyndugleikarnir, og eru avgjørt minst líka væl fyri at umsita mál, sum landsmyndugleikin er. Hetta hevur týðiliga verið prógvað. - Vit vita eisini at hetta er eitt vinnaramál í longdini.

At Javnaðarflokkurin var enntá harðligari í viðmerkingunum um kommunurnar, sum vísir teirra politikk, so er eingin verja í tí.

Undirritaðu gera vart við, at Fólkafloksins politikkur hevur sum mál, at hava greiðan skilna á uppgávum millum land og kommunur og vilja leggja mundandi meira út til kommunur við teirri sanføring, at hesar røkja tænasturnar betri og við dyggum fíggjarligum atliti.

Samstundis vóna vit, at kommunur halda fram at átaka sær umsitingarligar uppgávur í sama treysti sum higartil.
Við hesum vísa vit enn einaferð til ávíkavist grein og viðtalu okkara í Sosialinum 10. og 13. mars, og tað sum sagt varð í tinginum undir viðgerðini, og mótmæla soleiðis at Fólkaflokurin kemur at standa fyri tílikari atferð mótvegis kommununum.

Við heilsanum