Týsdagin varð Krígssavnið avhendað. Barakkin, sum er bygd afturat SOR-støðini, hevur sama snið, sum upprunaligu barakkirnar, ið bretar byrgdu undir seinna heimsbardaga, høvdu. Tað skrivar byggifyritøkan J&K Petersen.
Barakkin er 160 fermetrar, og umframt krígssavn kunnu nú fundarhøli og kafé og størri krígslutir hýsast í bygninginum.
SOR-støðin var ein herleiðsludepil hjá Royal Air Force undir seinna veraldarbardaga, og varð hon brúkt til at halda eyga við fíggindaligum virksemi á sjónum og í luftini. Síðani 2017 hevur bygningurin hýst Krígssavninum, og verður tað nú endurreist í sínum upprunaliga líki.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















