Móttøka á Vasti

Heilt fitt av fólki stukku inn á gólvið til móttøku í nýggjum hølunum hjá lýsingarfyritøkuni Vasti í Klaksvík fríggjadagin, har høvi eisini var at síggja eina áhugaverda listaframsýning

Klaksvík:
Fyrr í ár yvirtók Gunvá við Keldu lýsingarfyritøkuna Vasti, sum samstundis flutti í onnur høli í Nólsoyar Pállsgøtu. Í frálíka summarveðrinum fríggjadagin í farnu viku var móttøka í nýggju hølunum, sum hóast tey ikki er stór, eru sera hugnalig við eini røð av áhugaverdum málningum hangandi á veggunum.

Lýsingarfyritøka og listaskáli
Hópin av vinum og kenningum, umframt gamlir, nýggir og uttan iva komandi kundar nýttu høvi at ynskja Gunvá tillukku við fyritøkuni og nýggju hølunum hendan dagin. Og kanska var eisini onkur, sum serliga hevði latið seg lokkað av áhugaverdu málningunum á veggunum. Hetta eru málningar hjá Mariu Mørkøre, sum hevur arbeitt sum listakvinna burturav seinastu mongu árini. Ætlanin er tó ikki, at hølini hjá Vasti framyvir skulu nýtast sum listaskáli við skiftandi framsýningum. Fyribils er hetta eitt samstarv millum Gunvá og Mariu, sum báðar hildu kundi verið stuttligt at royna, og sum báðar hava gleði av.
- Vit høvdu brúk fyri onkrum áhugaverdum at hanga á veggirnar, og Maria hevði brúk fyri einum framsýningarhøli. Og higartil hevur hetta riggað avbera væl. Málningarnir síggjast væl gjøgnum vindeyguni, og tað fær nógv fólk at koma inn at forvitnast. Og tey, sum annars koma her í ørindum til okkara, fáa eisini eina listarliga uppliving við sær, sigur Gunvá.

Nýggjar avbjóðingar
Gunvá letur væl annars væl at, nú hon hevur roynt seg sum stjóri í egnari fyritøku í nakrar mánaðir. Í sambandi við yvirtøkuna, vórðu Else Sjúrðaberg, grafikari, og Rógvi Sivertsen, miðlagrafikaralærlingur, sett í starv afturat stjóranum. Gunvá er sera spent uppá íblásturin, nýggju starvsfólkini uttan iva koma at geva fyritøkuni, sum hevði fýra ár á baki, tá Gunvá yvirtók hana í februar mánað.
- Samstarvið í gomlu fyritøkuni riggaði væl, men tíðin var komin at royna hvør sær. Eg valdi at yvirtaka Vasti, tí eg ivist als ikki í, at tað framvegis liggja nógvir møguleikar í fyritøkuni og hópin av avbjóðingum fyri framman. Ikki minst tá Norðoyatunnilin letur upp, sigur Gunvá og sipar til, at fasta sambandið bæði fer at gera flutningin av prentlutum lættari, umframt at tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum møguleikum at røkja persónligu kundatænastuna.