Bjóða Suðuroy fram sum heilsuoyggj

Suðuroyggin hevur allar fortreytir fyri at gera sær dælt av, at sunnur lívsstílur hevur so stóran týdning fyri fólk nú á døgum

Heilsuoyggj

Ein sunnur lívsstílur hevur ótrúliga stóran týdning fyri fólk nú á døgum. Samstundis leggja fólk størri dent á at forkela seg sjálvi og at føla seg væl.
Tað er eitt rák í samfelagnum, sum Søren Lünell Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, heldur, at Suðuroyggin eigur at gera sær dælt av.
Á evnisdegnum, sum Suðuroyar Sparikassi og Føroya Tele skipaðu fyri um menningarmøguleikar í Suðuroynni hósdagin, skeyt hann upp at gera Suðuroy til eina heilsuoyggj.
Hann vísti á, at í Suðuroy finnast øll fakfólk, sum eru ein fortreyt fyri at gera oynna til eina heilsuoyggj, heilt frá fótterapeutum til fysio- og ergoterapeutar og læknar.
Hann heldur tí, at Suðuroyggin er vælhóskandi at gera eitt skeiðsdepil í heilsu og vælveru.
? Tað kann verða ein skeiðsdepil, sum kann upplýsa skeiðsluttakararnar um sjúku, heilsu og vælferð. Men hetta skal eisini vera ein skeiðsdepil, sum skal selja upplivilisi.
Hann helt at møguleikarnir eru nógvir.
Og hann spurdi, hví føroyingar, sum viga ov nógv, skulu sendast til Danmarkar á klænkiskeið fyri einar 60-70.000 krónur.
Hví ikki senda teir til Suðuroyar á klænkiskeið ístaðin. Vit kunnu enntá fáa fólk uttaneftir til Suðuroyar á slík skeið.
Hann nevndi eisini skeið fyri eldri, sum ein góðan møguleika, har fólk kunnaði pensjónistar um. Hvat tað merkir at blíva eldri, hvat hendir í kroppinum.
Ein annar møguleiki er at hava skeið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí hjá kvinnum við barn eru ótaldir spurningar um alt ímillum himmal og jørð, bæði viðvíkjandi sjálvum barnsburðinum, men eisini um lógir og reglar, um fíggjarligar spurningar.
? Møguleikarnir eru óavmarkaðir, helt hann.

Byrja í heyst
À evnisdegnum kom vórðu eisini nakrar ítøkiligar ætlanir um slík skeið løgd fram.
Ein arbeiðsbólkur, sum varð settur á evnisdegnum, kom til tað úrslit at arbeiða víðari við fimm ymsum skeiðum í fyrstu atløgu.
Miðað verður ímóti at halda hesi skeið í heyst og fólk eru farin í holt at fyrireika tey.
Talan er um tvey skeið í reinføri, eitt skeið um reinføri í fiskivinnuni og eitt skeið um reinføri á barnagørðum og dagstovnum annars.
Somuleiðis verður arbeitt við einum skeiði í sansastimulering og einum skeiði fyri praktikkvegleiðarar.
Og at enda verður arbeitt fyri einum eldraskeiði.