Oddagrein· Nýggja skattalættauppskotið

Skattalætti skal latast fólki fyri at keypa partabrøv í teimum almennu fyritøkunum, tá tær verða einskildar, skýtur Óli Breckmann í Fólkaflokkinum upp. Uppskotið varð fráboðað í vikuskiftinum, men enn er ikki greitt, um uppskotið er gjørt, ella um Fólkaflokkurin sum flokkur tekur undir við uppskotinum.

At kunna draga íløgur í vinnulív frá í skatti er ikki eitt heilt ókent fyribrigdi og slíkar skipanir hava eisini verið her á landi. Mong munnu óivað minnast eitt ávíst slag av reiðaríum, kombandittfeløg og partsreiðarí, sum skutu seg upp sum hundaland fyri nøkrum 10-árum síðani. Summi fingu vinning og onnur bløddu í mong ár.

Henda samgongan hevur, eins og undanfarna, lætt um skattatrýstið. Tey flestu kunnu semjast um, at skattatrýsið varð ov høgt. Um skattatrýstið er ov høgt, missir onkur hug at arbeiða, eins og fólk, sum eru síni egni arbeiðsgevari, onkursvegna sleppa sær undan at geva alla inntøkuna upp til Toll og Skatt, so tey sleppa lættari.

Skattalættin hjá hesi samgonguni er serliga komin teimum høgu meðalinntøkunum og teimum hægru inntøkunum væl við. Tær lægru inntøkurnar hava ikki fingið ikki sama lættan. M.a. hevur grundgevingin verið, at tær rinda so lítið í landsskatti. Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki varð gingin.

Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan skattalætta fyri at keypa partabrøv. Men hvør hevur og fær ráð at keypa hesi partabrøv? Sjálvandi tey, sum eiga pening, og kanska eisini tey, sum eru sloppin lættari í skatti tey síðstu árini. Tað merkir, at verður hetta uppskotið framt í verki, kunnu vit siga, at landsstýrið hevur givið ein skattalætta til tey høgløntu, sum nú aftur kunnu fáa sær ein skattalætta fyri at keypa partabrøv í teimum einskildu fyritøkunum.

Fólkaflokkurin kann ikki lastast fyri at koma við slíkum uppskoti. Hetta er politikkur hansara. Hinvegin fáa hinir samgonguflokkarnir - tann sosialliberali sambandsflokkurin og tann sosialdemokratiski javnaðarflokkurin - trupult við at taka undir við uppskotinum

Tá hetta er sagt, skulu vit eisini seta spurnartekin við, um eitt slíkt uppskot hevur nakran týdning. Tað verður neyvan tann einstaki persónurin, sum fer at seta partapening í eina einskylda fyritøku, um uppskotið vinnur frama. Heldur fara íleggjarafeløg, ella strategiskir íleggjarar, sum fara at gera íløgur. Partvíst fyri at gera íløgur ella partvíst fyri at fáa størri marknaðarpart. Skattalætti liggur neyvan fremst hjá slíkum íleggjarum. Hann liggur heldur longur frammi hjá øðrum feløgum, sum hava vunnið sær pening seinastu árini.

Sosialurin

.