grundini kundi tað vera líkamikið, tí løgmaður gekk og hótti við nývali, um hann ikki fekk sín vilja ígjøgnum. Tað gjørdi hann tá og tað hevur hann gjørt seinni. Tað er so satt sum tað er sagt av summum [...] at hava møguleikan til at gera sína skyldu, so eiga tey sjálvsagdan rætt at krevja rætt-in at liva. Tað er dýrt at liva í randarøkjunum og tí ætlar javnaðarflokkurin at bøta um tað misbýtið, sum fer fram [...] samstundis sum hentleikarnir eru færri. Tað líkist heldur ongum, at hvørja ferð, ið talan er um sparingar, eru tað útjaðaraøkini, sum skulu bløða, meðan lítið og einki sæst til sparingar á miðøkinum har tær størstu
men fóru til hálvleiks við 2-0 leiðslu! KÍ legði hart út Heimaliðið legði harðliga til brots. Teir fóru beinan vegin undir at trýsta spælið yvir á HB hálvuna, og tað lukkaðist teimum eisini. Tað sást skilliga [...] hevði spælt bóltin til Jens Erik, men at linjuverjin ikki hevði sæð tað og tískil veittraði fyri rangstøðu. Tó hevði dómarin lagt til merki hetta, og tí gjørdist endaliga støðan 3-1 til HB. Leikara- og [...] uttan fyri málteigin, nakað miðskeiðis fyri málið, og tað skeyt Allan Mørkøre beinleiðis í málið til hálvleiksstøðuna 0-2! Hetta var eitt sera gott mál. KÍ var nær við at minka um munin, tá ið einir 5 minuttir
meira saman enn hjá fuglfirðingum, og tað var eisini í lagi, at John Petersen í 27. minutti staddur inni í brotsteiginum fekk sent bóltin framvið Erlingi til 1-0 til B36. ÍF stillaði upp við Egil Zachariasen [...] koyrir væl í løtum, men enn einaferð vísti tað seg, at tað ikki kom verulig ferð á spælið, fyrr enn Sivic sjálvur kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki. Áðrenn tað hevði ÍF fingið útjavnandi málið, sum kom [...] men tað kostaði serliga fuglfirðingum nógv kort, sum øll vóru gul, hóast okkurt lættliga kundi verið reytt. Stokkut gleði ÍF tók nú yvir, og tað var í lagi, at póllendingurin Jazek kundi skora til 2-2
Krossmessu 3. mai verður Leikudagin 98. Tá hava fólk høvi til at lata leikur, ? bamsur, bóltar, bilar, dukkur ella hvat tað kann vera til eitt gott endamál. Innsavningin er nevniliga ætlað børnum úti í heimi [...] Men heldur tú fram við tí, hendir tað ongantíð. Tað er her og nú, tað ræður um og so er í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Elin Mouritsen. Tað er ikki av tilvild, at 3. mai er valdur at vera Leikudagur. [...] hetta tiltakið til veruleika. ? Onkur skal vera tann, ið setir ígongd. Fólk hava mangan savnað klæðir og pengar til børn, sum einki eiga. Hví ikki leikur? Børn eru so verjuleys. Kanska tað lættir um neyðina
tí ikki vanir við tað. Ljóðbílætið sjálvt broytist eisini totalt, í mun til tað bólkarnir eru vanir við, tá teir øva ella spæla í smærri hølum, sum taka 100-200 fólk. Tí er tað gott, eisini at gera nýggir [...] varð skipað, sum eitt fyrireikingar-arbeiði til sjálvan festivalin. Endamáli var at gjera bólkarnir betrið førar fyri st nýta tað ljóðútgerð optimalt, sum er til taks, og sum er neyðug í einum stórum høli [...] syngur. Sunnukvøldið fara fyrst fýra gentir úr Vágum at dansa til 2 sangir, og høvuðsnavnið á festivalinum er so KOPP/ Kids of Power to Praise. ( Tað eru uml. 15 ung úr Danmark). Tey kalla sína framførðslu eitt
Vit sláa okkum til tols við, at ferðafólk, sum ætla sær henda vegin, koma álíkavæl. Hetta er ikki rætt. Ferðavinnan kann í stóran mun verða eitt gott alternativ til aðrar vinnur, men hon kemur ikki av [...] vinnur her á landi. Bera vit so í bandi, er einki at ivast í, at ferðavinnan uppá sikt verður eitt gott íkast til okkara búskap, og kann geva fleiri arbeiðspláss. Føroyingar eru sjálvir eitt ferðandi fólk og [...] okkara. Tað er eisini neyðugt, at ferðafólk ikki bert síggja fornminnisleivdir í Kirkjubø, men koma runt alt landið at síggja og tosa við fólk. Í Eysturoy hava vit kunningarstovur, sum gera eitt gott arbeiði
tons kundu fiska frítt, men hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Hví tað er ein so negvativur politiskur óvilji ímóti útróðrarflotanum í teimum borgarligu flokkunum, tað skilji eg einfalt ikki. Men hvør [...] línuskipini og trolbátarnir so gott sum ótarnaðir hava loyvi at fiska, so eru smærru útróðrarbátarnir av teimum borgarligu við formanninum í vinnunevndini á odda, gjørdir til syndabukk. Forðingar av alskyns [...] útróðrarmaðurin fær í fiskipart, verður minstaforvinningurin lækkaður 500 krónur. Hetta vil siga tað sama sum, at um tað við tógvið stríð eydnast útróðrarmanninum einstakar mánaðir at fáa ein fiskipart uppá 16
skulu royndirnar goymast til næstu ferð tað verður valstríð - um tey so stillað upp aftur til ta tíð. Hóskvøldið vóru tað so veljararnir í Haldórsvík, sum skuldu leggja oyru til hvat velevnini hava at bera [...] fimm kilometrar hiðani til Tjørnuvíkar. Varð ein tunnil gjørdur, so var farleiðin til Tjørnuvíkar bara umleið tríggjar kilometrar. Men tað eru óivað ring útlit til tunnil til Tjørnuvíkar fyribils, hóast alt [...] sett av til spurningar frá veljarunum og tí verða fundirnir ofta øgiliga linligir. Tað er púra eingin futtur í. Á seinasta fundinum í Vestmanna er tó ætlanin at broyta mannagongdina so, at tað verður møguleiki
Føroyar-kappingina sum eitt gott høvi at selja føroyskan tónleik úteftir. Hann skeyt upp, at vit til næstu Prix Føroyar-kapping bjóða eini 4-5 kendum útlendskum produsarum til Føroyar, so teir sjálvir kunnu [...] eisini á, at tað hevur týdning at koma innum, og at tað er sera torført, um tú ikki kennir onkran, sum er innanfyri. Annars varð eisini komið inn á altjóða Melodi Grand Prix-kappingina sum eitt gott høvi hjá [...] nógvar pengar. ? Tað ræður um at fáa glið á, so síggja teir, at tað loysir seg, segði Kristian Magnussen, sum legði afturat, at um ein tílík ætlan skal koma á fíggjarlógina, verður tað helst ikki við meir
sjónleikarhús. Loksins sær tað út til at bera til, men tað hevur verið ein ógvuliga strævin prosess. Hvar høvdu vit verið uttan slík hugsjónarfólk? ? Uttan listafólkini vóru vit ikki til sum føroyingar. Vit høvdu [...] mentunarpolitikk, sum politikkarar so taka støðu til. Tað eru politikararnir, sum í seinna enda gera av, um vit skulu reka henda politikkin og um vit skulu rinda tað tað kostar. Vit mugu góðtaka, at listin er í [...] siga okkum, hvørji vit eru, og tað eru tey sum seta spurnartekin alla tíðina. Tað hava vit brúk fyri. Einki samfelag kann vera til heilt og mennast harmoniskt, uttan at tað eru nøkur, sum seta spurnartekin