Effektivitetur er eitt orð, ið verður nýtt í fótbóltshøpi, tá ið man ger
fulla nyttu av teimum møguleikum, ið man hevur. At HB-ararnir kenna orðið, prógvaðu teir í fyrra hálvleiki mikukvøldið, tá ið teir bert tí einu ferðina vóru á vitjan í brotsteiginum hjá KÍ, men fóru til hálvleiks við 2-0 leiðslu!
KÍ legði hart út
Heimaliðið legði harðliga til brots. Teir fóru beinan vegin undir at trýsta spælið yvir á HB hálvuna, og tað lukkaðist teimum eisini. Tað sást skilliga, at HB venjarin, rumenin Ion Geolgau, hevði valt eina varna útgangsstøðu, og hetta gav eisini klaksvíkingum pláss at spæla. Rumenin hevði m.a. valt at seta landsliðsleikaran Jens Erik Rasmussen á bonkin. Eisini hevði hann sett Inga Rasmussen til at fylgja pólendinginum hjá KÍ, Marek Wierzbicki, um allan vøllin.
Tá ið einir 17 minuttir vóru leiktir, mundi KÍ lagt seg á odda. Harley Bertholdsen fekk ein bólt í høgru, dróg nakað inn móti miðjuni, og úr 25 metra fjarstøðu langaði hann til, men Kaj Leo í HB-málinum fekk fingrarnar á skotið dygst undir samankomingini.
Tað var tó HB, ið legði seg á odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir. Andrew av Fløtum snýtti ein KÍ-leikara og sendi ein bólt fram ímóti Súna Fríða Johannesen, men hesin bleiv, sambært dómaranum, hildin aftur av Kurt Mørkøre, og so var brotsspark til HB. Hetta sendi bróður Kurt, Allan Mørkøre, trygt í netið.
Hetta málið setti, um møguligt, bara enn meira ferð á spælið, og tað leikaði mangan hart á framman fyri Kaj Leo í HB málinum, tó uttan at teir stóru málmøguleikarnir spurdust burturúr.
Einir 11 minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, tá ið dysturin helst í veruleikanum bleiv avgjørdur. HB fekk eitt fríspark einar 15 metrar uttan fyri málteigin, nakað miðskeiðis fyri málið, og tað skeyt Allan Mørkøre beinleiðis í málið til hálvleiksstøðuna 0-2! Hetta var eitt sera gott mál.
KÍ var nær við at minka um munin, tá ið einir 5 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Eftir horna varð leingi spælt ping-pong inni í
brotsteiginum hjá HB, og tað endaði við, at KÍ leikari úr stuttari
fjarstøðu sendi bóltin beint við síðuna av málinum.
Lítil ferð á seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var ógvuliga tamur heilt inn til einir 13 minuttir vóru eftir at leika. Tá fekk KÍ horna, bólturin varð skotin væl inn fyri, har var ein klaksvíkingur fyrstur á honum og sendi móti málinum, men á sjálvari málstrikuni stóð HB-leikari og vardi fyri við hondini. Hetta sá dómarin tó ikki, so HB-leikarin slapp undan bæði brotssparkinum og reyða kortinum.
Hetta fekk sjálvsagt øði í klaksvíkingar, men minuttin seinni royndi dómarin at bøta um skaðan, tá ið hann dømdi brotsspark til KÍ, tí at Hans Fróði Hansen hjá HB skuldi havt skumpað KÍ-liðskiparan, Kurt Mørkøre. Símun Waag Høgnesen skeyt brotssparkið í netið, og so var bert eitt mál á muni og 12 minuttir eftir at leika!
KÍ royndi nú at senda nógv fólk niðan í brotsteigin hjá HB í royndini at fáa eitt útjavnandi mál, men hetta gav ístaðin nógv pláss til álopsleikarnar hjá HB. Tá ið tveir minuttir vóru eftir at leika, átti HB at fingið enn eitt brotsspark, tá ið beinini týðiliga blivu tikin undan Hallur Danielsen. Í næstsíðsta minutti fekk útiliðið so málið, sum tey óivað fara at tosa leingi um í Klaksvík.
Ein bóltur verður prikaður út í vinstra borð til Jens Erik Rasmussen, linjuverjin veittrar fyri rangstøðu, allir spælarnir steðga á, uttan Súni Fríði Johannesen, sum hevur fingið bóltin frá Jens Erik. Hann trillar av vana bóltin í málið, og so standa allir og hyggja hvør eftir øðrum. Ongin veit, hvat er hent. Dómarin hevur ikki bríkslað fyri nøkrum. KÍ-leikararnir vísa á, at linjuverjin hevur veittrað fyri rangstøðu, og at tað tískil ikki skal verða mál. Dómarin og linjuverji tosa saman, og dómarin ger so tekin um, at málið er góðkent. Seinni varð greitt frá, at orsøkin, til at málið bleiv góðkent, var, at tað var ein KÍ-leikari, sum hevði spælt bóltin til Jens Erik, men at linjuverjin ikki hevði sæð tað og tískil veittraði fyri rangstøðu. Tó hevði dómarin lagt til merki hetta, og tí gjørdist endaliga støðan 3-1 til HB.
Leikara- og dómaraavrik
Sum sagt, so var tað heimaliðið, sum myndaði so at siga allan dystin.
Leikarar sum Arnold Joensen og Marek spældu sera væl, men eisini Harley Bertholdsen spældi ein góðan dyst. Hjá HB var tað serliga verjan, sum stóð seg væl, og ikki kann ein lata vera við at nevna Hans á Lag, sum spældi ein branddyst í miðverjuni.
Dómarin hevði ikki ein av sínum bestu døgum. Sum áðurnevnt, so vóru tað fleiri ivasamar avgerðir, men eisini hevði hann hug til at fara heldur lættliga um kortini. Tó so, summi av kortunum vóru fult uppiborin, meðan onnur vóru heilt úti av lagi. Tað er týðiligt, at leikararnir hava ilt við at síggja eina linju hjá teimum føroysku dómarunum, tí at tað er sera ymiskt frá dysti til dyst, hvussu dømt verður. Vónandi kann hetta fáast í rættlag til frama fyri kappingina og leikararnar!
KÍ-HB 1-3 (0-2)
0-1: Allan Mørkøre (br.)
0-2: Allan Mørkøre
1-2: Símun W. Høgnesen (br.)
1-3: Súni Fríði Johannesen