Umsetiligu kvoturnar fara at geva útróðrarflotanum mønustingin

Ongantíð fyrr í politiskari søgu er útróðrarflotin vorðin so jagstraður og hartil niðurgjørdur sum av borgarligu samgonguni, ið hevur sitið seinastu árini.

Meðan stóru línuskipini og trolbátarnir so gott sum ótarnaðir hava loyvi at fiska, so eru smærru útróðrarbátarnir av teimum borgarligu við formanninum í vinnunevndini á odda, gjørdir til syndabukk.

Forðingar av alskyns slag við fiskidøgum, eins og stórur niðurskurður av minstaforvinninginum eru týðulig tekin um, at útróðrarflotin ongan góðan hevur átt í borgarligu samgonguni.

Seinasta bragdið áðrenn teir borgarligu stungu halan millum beinini, var at kr. 12.700 var alt ov nógv hjá útróðrarmanninum at fáa, áðrenn mótroknað var í minstaforvinninginum. Tískil lækkaði vinnunevndin minstaforvinningsupphæddina niður í kr. 8.200, soleiðis at fyri hvørjar 1.000 kr., ið útróðrarmaðurin fær í fiskipart, verður minstaforvinningurin lækkaður 500 krónur.

Hetta vil siga tað sama sum, at um tað við tógvið stríð eydnast útróðrarmanninum einstakar mánaðir at fáa ein fiskipart uppá 16.000 kr., fær hann ein minstaforvinning uppá 200 kr., skrivar tvey hundrað krónur.

At sekta teir menn, sum veruliga hava lagt alla orku í, og sum hava havt útróður sum høvuðsvinnu, tí at aðrir hava gjørt sær dælt av minstaforvinningsskipanini, tað er ein jánkaslig politisk avgerð, sum onga staðni hoyrir heima.

Umboð javnaðarfloksins í vinnunevndini hevur ferð eftir ferð lagt fram uppskot um at útróðrarbátar undir 15 tons kundu fiska frítt, men hevur tað verið sum at sletta vatn á gás.

Hví tað er ein so negvativur politiskur óvilji ímóti útróðrarflotanum í teimum borgarligu flokkunum, tað skilji eg einfalt ikki.

Men hvør veit, kanska niðpíningin av útróðrarflotanum ger tað lættari hjá kapitalinum við umsetiligum kvotum at uppkrevja allan útróðrarflotan til hin sokallaða effektiva partin av fiskiflotanum, livst so spyrst.

Javnaðarflokkurin, um hann væl at merkja kemur í Tinganes, fer at leggja alla orku í at seta í verk tey uppskot, sum flokkurin ferð eftir ferð hevur lagt fram, men sum teir borgarligu eru so hart ímóti, nevniliga at bátar undir 15 tons skulu kunna fiska frítt.

Farið tí á val og setið ein sterkan Javnaðarflokk inn á Føroya Løgting.

Gott javnaðarval.


Frank Davidsen