Vit kalla okkum eitt mentað fólk, ein serstøk tjóð, og fara fegin á fremmandan pall í útlandinum at vísa føroyska búnan og dansin fram fyri tí bilsna útlendinginum. Men vit hava ongan yvirornaðan mentunarpolitikk og tað merkir, at korini og umstøðurnar hjá listafólki í Føroyum eru út av lagi vánalig.
Góð tekin eru kortini um, at vit fáa ein skipaðan, langtíðarætlaðan mentunarpolitikk. Fyri stuttum varð Jóannes Dalsgaard settur sum deildarstjóri í Mentamálastýrinum, og hansara uppgáva verður millum annað at orða eitt uppskot til ein føroyskan mentunarpolitikk.
Undanfarni landsstýrismaðurin í mentamálum setti á sumri í 1995 eina nevnd at gera eitt álit, sum skal vera grundarlag undir almenna mentunarpolitikkinum, tí hann ásannaði tørvin á einum miðvísum mentunarpolitikki. Álitið, sum fekk heitið »Avmarkaður marknaður«, varð liðugt tíðliga í 1996 og í tí finna vit viðgerðir, tilráðingar og niðurstøður. Men álitið fekk ikki ta viðgerðina og umrøðuna í fjølmiðlunum, sum tað hevði uppiborið og fór skjótt út av sporinum.
? Álitið er ein góð og positiv roynd at lýsa mentunarpolitisku støðuna, men er meiri at kalla eitt yvirlit yvir bráðneyðug mentunarpolitisk tiltøk, ið eiga at verða sett í verk, fyri at loysa teir mest átrokandi spurningarnar hjá tí partinum av mentunarlívinum, sum hevur við varðveiting av mentunararvinum og skapandi virksemið at gera, heldur enn mentunarpolitisk heimsspeki, sigur Jóannes Dalsgaard.
Eru tað hugsjónirnar, ið vanta?
? Eg sakni eina yvirornaða strategi, ið vendir sær ímóti støðuni beint nú. Men vit mugu eisini líta frameftir. Álitið lýsir ikki nóg væl, hvussu tann yvirornaði mentunarpolitikkurin skal síggja út til dømis tey næstu 5-10 árini. Men tað er ikki so løgið, tí fyri at kunna orða tann yvirornaða politikkin og fyri at kunna gera okkum eina mentunarpolitiska strategi, mugu vit kenna støðuna á økinum. Og hana hava vit í veruleikanum ikki kent fyrr enn vit fingu hetta álitið. Størsti týdningurin í álitinum er, at í tí liggur tann fyrsta greiningin av tí mentunarpolitisku støðuni. »Avmarkaður marknaður« er í so máta eitt sera gott skjal við tað, at vit fáa út í æsir lýst, hvussu støðan er hjá mentunarlívinum, hjá rithøvundum, myndlistafólkum, leiklistini, tónlistini o. s. fr. Og hjá stovnunum, ið skulu røkja mentunararvin. Álitið er tí eitt støði til at fara víðari og orða eina strategi yvir, hvussu okkara mentunarlív skal síggja út um 5-10 ár í mun til tær stóru avbjóðingar, vit hava, oljuvinnan, kunningartøkni og internationaliseringin. Í tí samanhanginum verður okkara samleiki settur í fokus og spurningurin um okkara samleika verður størri og størri bæði tilvitandi og ótilvitandi orsakað av teimum stóru avbjóðingunum, sum vit fáa ? og av, at okkara politiska støða er við at broytast. Í hesi myndini er mentunarpolitikkurin tað amboðið, sum skal hjálpa okkum, bæði myndugleikum og fólki til at takla avbjóðingarnar, sigur Jóannes Dalsgaard.
Felags virði
Tað er ymiskt, hvussu hugtakið mentan verður allýst. Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, sigur í »Avmarkaðum marknaði«, at 164 definisjónir eru til. Flestu eru orðaðar ógvuliga alment. Hvat er mentan sæð út frá einum føroyskum tilviti?
? Mentan er samskifti, og er tað sum gevur tilveruni meining og innihald. Men mentan er eisini tað, vit eru felags. Eins og aðrar tjóðir eru vit ósamd um øgiliga nógv viðurskifti, um átrúnað, politikk, og um hvussu vit skulu skipa okkum í okkara landi. Men við tað, at vit hava ein føroyskan samleika, merkir tað, at vit hava nøkur ting vit eru felags um, nøkur felags virði. Endamálið við einum mentunarpolitikki má vera at styrkja hesi virðini. Tað er altíð týdningarmikið, at fólk hava nakað at vera felags um. Reka vit ikki ein konstruktivan mentunarpolitikk, og eru vit ikki fús at játta pengar til tað, ið mentunarpolitikkurin kostar, so gongur tað út yvir okkara samleika og felagsvirðir, og so fáa vit trupulleikar við okkum sjálvum sum tjóð.
? Dreymurin hjá okkum á Mentamáladeildini er við hjálp frá góðum fólki, listini og teimum, sum arbeiða við mentunararvinum sum heild at orða ein slíkan mentunarpolitikk, sum politikkarar so taka støðu til. Tað eru politikararnir, sum í seinna enda gera av, um vit skulu reka henda politikkin og um vit skulu rinda tað tað kostar. Vit mugu góðtaka, at listin er í mótstríð við sína samtíð, í andstøðu við samfelagið. Ein mentunarpolitikkur má hava tolsemi, tí tosa listafólkini politikkararnar eftir munninum, so skapa tey ikki og so lúka tey ikki teirra leiklut. Tað at reka ein mentunarpolitikk er ein øgiliga stór avbjóðing til politikararnar, tí tað krevur fatan og tolsemi. Fatan av, at vit hava brúk fyri listafólkunum, sum spegilsmynd at siga okkum, hvørji vit eru, og tað eru tey sum seta spurnartekin alla tíðina. Tað hava vit brúk fyri. Einki samfelag kann vera til heilt og mennast harmoniskt, uttan at tað eru nøkur, sum seta spurnartekin við samfelagið og menningina. Menning er eitt gandaorð, øll vilja hava menning, men eingin setir spurnartekin við, hvussu menningin fer fram. Hygg bara eftir, hvussu vit eru farin við okkara samfelag, sigur Jóannes Dalsgaard.
Fortíð og samtíð
Spurningurin um, hvussu tað almenna skal varðveita og menna mentanina og mentunarlívið er politiskur. Eingin setir spurnartekin við, um stovnsmentanin og mentunararvurin skulu varðveitast, tí tað er ein sjálvfylgja. Hví er tað so trupult at sannføra politikarar um, at skapandi mentan og list eisini má stuðlast?
? Tað sum stovnsmentanin røkir skilja øll, tí at vit orsakað av okkara søguligu fortreytum og politisku støðuni vit eru í, eru sera upptikin av fortíðini. Mentunarpolitikkur hevur higartil verið nógv vendur ímóti fortíðini og søguligum og siðvenjuligum tilstandum. Tí hava vit latið røktina av mentanini til søvnini og tey røkja jú mentunararvin. Tað vil siga tað sama sum, at mentunarpolitikkurin hevur verið tað sama sum mentunarrøkt. Hesin parturin er sjálvandi ómetaliga týdningarmikil, tí røkja vit ikki mentunararvin kunnu vit ikki fóta okkum og orða tann komandi mentunarpolitikkin. Tað er lættari at skilja hjá almenninginum, at vit skulu stuðla mentunararvin, tí hann styrkir alt tað, sum vit kenna og hann lærir okkum at fata, heldur enn at fáa fólk at skilja at tann skapandi listin eigur at stuðlast. Mentunarpolitikkur má javna handan munin út og má fáa almenningin at skilja, at tað er líka so týdningarmikið at stuðla ta skapandi listina sum ta varðveitandi mentanina. Vit kunnu vera hvørki fyri uttan. Tað er ein polikkur, sum kostar pengar. Vit mugu koma burtur frá tí gomlu, skeivu fatanini, at jú verri listafólk hava tað, jú meiri skapa tey. Besta mótprógvið er Ísland, sum er tað landið í heiminum, ið nýtir mest almennan pening til skapandi listarligt virksemi. Ísland brúkar 2,5 % av Bruttotjóðarúrtøkuni til mentan. Úrslitið er, at Ísland er tað landið í heiminum, sum eigur flest skapandi listafólk. Ongin tjóð í heiminum skapar so nógva list, tað veri seg bókmentir, skaldskap, tónlist, myndlist ella hvat tað skal vera. Eitt týðiligt úrslit av einum miðvísum mentunarpolitikki líka síðani 1918. Tað hevur alt nakað við raðfestingar at gera. Vit hava líka síðani vit fingu heimastýrið í 1948, havt ein ekstreman materialistiskan politikk, og hava allir flokkar verið í felag um. Vit hava sett tey materiellu virðini framum tey andaligu. Tey andaligu virðini hava vit latið til kirkjurnar, samkomurnar og fólkaskúlan, og hava gloymt, at tey listarligu virðini eisini verða skapað av listini. Harvið hava vit niðurbundið ein stóran part av tí kreativitetinum, sum liggur í fólkinum, og fyri at loysa upp fyri honum, má man brúka pengar uppá listina.
Vit hava átt og eiga nógv skapandi fólk.
? Ja, og tað er hóast vit ongan mentunarpolitikk hava havt. Listafólk hava vánalig kor, men tað er ikki torført at ímynda sær, hvussu ríkt mentunarlív vit kundu havt, um vit rindaðu til tað og um vit brúktu tilsvarandi so nógv sum Ísland. Vit brúka 10,5 mill. kr. til skapandi list um árið. Umrokna vit til donsk viðurskifti, høvdu vit brúkt 20,7 mill. kr. Samanlagt brúka vit 50 mill. kr. til alla mentan. Skuldu vit brúkt tilsvarandi sum Danmark, høvdu vit brúkt 92 mill. kr., og tilsvarandi Ísland uml. 130-140 mill. kr. ? til mentunararvin og skapandi list.
Hvat skal so gerast her og nú, og hvussu raðfesta vit?
? Ein mentunarpolitikkur kemur ikki eftir einum degi. Vit skulu hugsa 5-10 ár fram, men nøkur ting eiga at verða gjørd her og nú. Taka vit tann varðveitandi partin fyrst, er bókasavnsverkið hjá okkum við at gerast eftirbátur, vit hava tveir miðnámsskúlar sum ikki hava atgongd til bókasøvn, nøkur søvn hava øgiliga vánaligar goymslu- og framsýningarumstøður, og hesi viðurskifti eru sera átrokandi at fáa loyst. Fara vit til tann skapandi partin, áttu vit at havt ein listaskúla, og vit áttu at styrkt tónleikarlívið nógv meir. Leiklistin, sum er elsta listagreinin í heiminum, eigur at fáa høga raðfesting og eitt tað fyrsta vit áttu at gjørt var at stovnsett Tjóðpall Føroya. Vit mugu fáa eina skipan við starvslønum soleiðis at rithøvundar, tónaskøld og onnur kunnu fáa arbeiðsfrið, tí tú kanst ikki skapa uttan tú gert tað fulla tíð. Barnamentanin hevur sera stóran týdning og vit eiga at menna mentunarligu tilboðini til børn, t.d. barnabókaútgávu.
Grenj
? Vit kunnu koma heilt langt bara við at økja nøkur konti á fíggjarlógini. Vit kunnu brúka Mentunargrunnin, geva honum eina játtan, og lata hann umsita starvslønirnar. Í løtuni fær hann 1,7 mill. kr. og uppskotið í álitinum er 15 mill. kr. Okkara tilmæli í sambandi við fíggjarlógina verður, at grunnurin verður munandi styrktur fíggjarliga. Umskipanin av grunninum til at fata um allar listagreinirnar verður gjørd í samráð við felagsskapirnar hjá listafólkunum. Her er alt treytað av, at politikararnir góðtaka tað, sum vit koma við og í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin í mentamálum og Føroya Løgting, ið taka avgerðirnar, sigur Jóannes Dalsgaard.
? Tað er betri at kveikja eitt ljós enn at grenja um myrkrið. Vit eiga at halda uppat við at grenja um, at vit ongan mentunarpolitikk hava, og heldur royna at brúka mentunarálitið til at orða ein mentunarpolitikk, ið kann loysa nakrar trupulleikar her og nú, og til at orða eina strategi til tey næstu 5-10 árini.
Ein orsøk til, at føroyski mentunarpolitikkurin ikki hevur verið so høgt raðfestur og at hann er so aftarlaga í mun til onnur lond, er knýtt at nýggju fatanini av mentan. Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, sigur í »Avmarkaðum marknaði«, at nýggja fatanin av mentan vendir eyguni ímóti samtíð og samfelag, setir spurningar við alt viðtikið og fram um alt við seg sjálva. Í skapandi listini býr trongdin til alla tíðina at seta spurningar við alt. Eru føroyskir politikarar so afturhaldssinnaðir, at teir eru bangnir fyri teimum spurningum, ið skapandi listin setir?
? Tað eru allir politikarar. Men tann klóki politikarin veit, at hann má vinna á óttanum og læra seg at skilja, at mentanin er ikki bara fortreytin fyri trivnaði í samfelagnum, men at mentan útloysir kreativitet. Blómandi list og vísindi eru eisini fortreytin fyri blómandi búskapi í einum landi. Gjøgnum mentanina fáa vit størri sjálvsvirðing og størri sjálvsálit, sum kemur av trivnaði. Franski mentamálaráðharrin J. Lang, sum virkaði, tá ið Mitterand sat við valdið, prógvaði, at fyri hvørja krónu tað almenna veitti mentunarlívinum, fekk samfelagið 5 krónur aftur. Hatta er galdandi bæði fyri mentunarpolitikkin herheima, men ikki minst fyri norðurlendska mentunarsamstarvið. Fyri at fáa fatur á 5 norðurlendskum krónum, mást tú koma við einari føroyskari. Útlendingar koma til Føroya at síggja okkara mentan, eitt fólk, sum hevur varðveitt ein stóran part av sínum upprunaliga samleika í einum ómetaligum vøkrum landi, ið hevur varðveitt sítt mál, sín dans og síni mentunarligu eyðkenni.
? Mentan hevur eisini nakað við útbúgving at gera. Mentunarpolitikkur gongur neyvt saman við útbúgvingarpolitikk og granskingarpolitikk. Og tí er ógvuliga skilagott, at vit hava savnað umsitingina av mentanini, útbúgvingum og gransking undir eitt stýri.
Hugsjónarfólk
Ebba Hentze sigur í barnabókini ?Mia, skúlagenta í Havn?, at tað er svangligt hjá bláum fuglum í Føroyum. Har sipar hon til umstøðurnar hjá listini at virka undir. Sjónleikarbólkurin Gríma hevur av berari idealismu og grasgrótsarbeiði í 20 ár stríðst fyri at fáa egið sjónleikarhús. Loksins sær tað út til at bera til, men tað hevur verið ein ógvuliga strævin prosess. Hvar høvdu vit verið uttan slík hugsjónarfólk?
? Uttan listafólkini vóru vit ikki til sum føroyingar. Vit høvdu ikki verið heil. Tað ber ikki til at ímynda sær eitt fólk uttan list. Listarligt virksemi er partur av menniskjaligu náttúruni.
Okkara grannalond hava ein klárt definineraðan mentanarpolitikk, sum er niðurfeldur í mentapolitiskar verkætlanir. Vit hava fingið eitt mentunarálit, nær fáa vit henda nógv eftirlýsa mentunarpolitikkin?
? Vit miða ímóti at hava eina mentunarpolitiska verkætlan klára at seta í verk 1. jan. ár 2000. Vónandi fáa vit okkurt fram til almenningin komandi ár, sum kann elva til alment orðaskifti. So fáa vit at síggja, hvørja støðu okkara politikarar og almenningurin hevur til mentunarpolitikk. Fjølmiðlarnir hava eina stóra ábyrgd og tað er ikki ov seint nú at byrja eitt orðaskifti út frá mentunarálitinum. Tað fekk ikki ta viðgerð tað átti, tá tað varð liðugt í 1996.
Nøkur mentaøki eru ikki nevnd í mentunarálitinum.
? Nei, men tað merkir ikki, at tey ikki vera við í einum orðaðum mentunarpolitikki. Fyrst og fremst barnamentanin. Børn mugu fáa høvi til at troyta teirra evni innan drama, myndlist, tónlist og annað í nógv størri mun enn tey kunnu í dag. Hollendingar, norðmenn, og skotar hava tónleika- og mentaskúlar, har børn kunnu koma eftir skúlatíð og arbeiða við tí tey hava hug til. Úrslitini av hesum eru ómetaliga góð og danir eru á veg at gera tað sama. Mín vón er at raðfesta tað høgt og tað verður roynt longu í komandi fíggjarlóg. Útvarp og sjónvarp eru heldur ikki gjøllað viðgjørd í mentunarálitinum. Hesir eru ógvuliga týðandi stovnar og tí hevði verið ynskiligt, at politiska skipanin tók sær størri ábyrgd av hesum stovnum. Leikluturin hjá Norðurlandahúsinum eigur nú at verða eftirmettur, t.d. tá ið tað fyllir 15 ár. Tað er spell, at tað ikki er umrøtt í álitinum, sigur Jóannes Dalsgaard.
Í álitinum fáa vit ikki spurningin svaraðan, hvussu føroyskt mentunarlív hevði sæð út, um vit ikki høvdu Norðurlandahúsið at dúva uppá, meðan kreppan leikaði harðast á. Ella um tað júst var hesin stovnurin, sum ruraði føroyskar myndugleikar mentapolitiskt í svøvn?
? Húsið hevur ein ómetaliga stóran týdning. Tað kann ikki heilt avvísast, at húsið hevur rurað politikararnar í svøvn, men eg trúgvi ikki, at tað er tann vanliga fatanin millum politikarar og embætisfólk. Húsið hevur funnið sær ein góðan leiklut, men tað skal ikki forða okkum í at tosa um hvønn leiklut tað skal hava framyvir, tí alt broytist. Vit hava bara eina hóming av tí mentunarkollvelting, ið liggur í oljuídnaðinum og í KT-kollveltingini. Føroyar eru longu partur av altjóðasamfelagnum og vit verða tað enn í nógv størri mun. Øll uppliva alt samstundis. Okkara fortreytir broytast alla tíðina. Vit gloyma í heilum, at vit liva í eini verð, sum er í støðugari broyting og uppaftur skjótari fyri hvørt ár sum gongur. Har vil eg fegin sitera Havel, sum sigur, at broytingarnar henda so skjótt, at vit hava einki mentunarligt ella tímiligt tól, sum kann máta ferðina.
Tað ljóðar ræðandi?
? Jamen tað er ræðandi, men vit hava onga grund til at ræðast, um vit hava ein góðan mentunarpolitikk. Føroyingar hava góð evnir til at fylgja við broytingum, men vit mugu ansa væl eftir og tað er lætt at missa tamarhaldið. Hvussu skal komandi ættarliðið takla alt, sum verður borið inn í stovuna. Býlingar í Havn hava samtykt at stongja nakrar rásir ávísar tíðir á døgninum, tí tað sum verður sent er skaðiligt fyri børnini. Tað má vera eitt tungt argument fyri at styrkja um mentunarpolitikkin, tí tað er bara ein slíkur, sum kann takla handa trupulleikan. At læra fólk at viðgera, skilja og velja frá.
Íslendska mentanin byggir serliga á nútíðarmentan, t.d. var Tjóðleikhúsið í síni tíð bygt fyri at menna íslendska málið. Føroyar hava verið í somu rembingum, har tað hevur verið neyðugt at styrkja um málið, uttan kortini at nøkur ítøkiligt stig eru tikin. Føroyingar leggja størri dent á ta gomlu mentanina. Hvat sigur tað um føroyska samleikan ella kjølfestið hjá hesum grannatjóðum. Kann tað tulkast sum veruleikaflýggjan?
? Tað sum er so hugtakandi við Íslandi er, at tey megna bæði. Tey røkja sín mentunararv og byggja eina nútíðarmentan. Vit hava eisini ein bókmentaligan mentunararv í kvæðunum, sum ikki hevur minni virði enn teirra. Og tað er einki, ið týðir uppá, at kvæðini og dansurin eru í afturgongd.
Vóru umstøðurnar hjá listafólki góðar, høvdu vit so havt ein nútíðarmentan sum íslendingar?
? Tað er ikki væl dámt í Føroyum, at ov nógvir spurningar verða settir við samfelagið sum tað er. Vit eru samfelagsjáttandi. Listafólk og samfelagsdebattørar, sum nema við nakrar eymar blettir, fáa harða viðferð. Tað er ikki lætt í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll og øll familjan verður identifiserað við tað, sum einstøku limirnir gera. Einastu ráðini eru at styrkja alt tað sum eitur tolsemi. Vit mugu venja tey ungu til tolsemi og har liggur uppgávan hjá skúlanum, foreldrum, trúarbólkum og kirkjuni. Fólkaskúlin hevur ikki megnað ta uppgávuna til at gera føroyingar til eitt tollynt fólk. Vit eru sera ótollynt hóast alt tað vit skapa. Kanska eru fólk ikki tollynt í einum lítlum samfelag. Tað hevur nakað við valdsbygnaðin og átrúnaðin at gera. Nógvar av teim átrúnarligu rørslunum í Føroyum fremja ikki tolsemi, tær leggja dent á trongskygni. Tolsemi er fortreytin fyri fólkaræði. Tað hjálpir ikki, at allir stovnar eru fólkaræðisligir, um vit ikki virða sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Tí megna vit ikki at útnytta tann kreativitetin sum liggur í ósemjuni. Orðaskifti er grundvøllur undir fólkaræðinum, eitt orðaskifti, har tú virðir, tey sum ikki eru samd við tær. Tað knípur í Føroyum og tí hava listafólkini í Føroyum eina tyngri uppgávu enn teirra starvsbrøður í okkara grannalondum ? men tað er ongantíð lætt at vera listafólk í einum lítlum samfelag, sigur Jóannes Dalsgaard.
? Tak til til dømis orðaskiftið um málið, sum er tann týdningarmesta mentanarkotan. Tað er synd at siga, at orðaskiftið fer fram í einum siviliseraðum tóna. Alt orðaskifti í Føroyum endar í fundamentalismu.
Økja um virðingina
Skapandi mentanin fer í framtíðini í nógv størri mun at síggjast í krónum og oyrum á fíggjarlógini, og tí fáa vit eisini eina greidligari sundurskiljing millum leikmannamentan og yrkismentan. Broytir tað ikki av sær sjálvum vanabundnu fatanina hjá føroyingum?
? Jú, mentunarpolitikkurin má vera við til at økja um virðingina fyri listafólkum. Og av tí sama økja vit eisini um okkara egnu sjálvsvirðing, tí listafólkini skapa øll nakað vit eru felags um og í síðsta enda kann mentunarpolitikkurin fremja nakað vit øll eru stolt av, glað um og sum vit kunnu semjast um hóast vit eru ótollynt. Og harvið verður okkara samleiki styrktur.
Útlendsk mentan, siðvenja og óvenja floymir inn yvir okkum gjøgnum fjølmiðlar og margmiðlar. Kann útlendska mentanin taka yvirvág í einum ella øðrum formi og fara at mynda okkara samfelag meiri enn gott er?
? So avgjørt í og við, at vit fáa alheimsmentanina inn í stovuna við einum mentunarídnaði, sum kemur via parabol og kunningartøkni. Um vit vilja ella ikki vera vit ein partur av altjóðamentanini, sum er myndað av mentunarídnaðinum út frá einum marknaðarsjónarmiði. Mentunarídnaðurin framleiðir tað sum marknaðurin krevur, men skapar eisini ein markanð sjálvur, tí hann í so stóran mun vendir sær ímóti sálarlívinum.
Ber til at búgva einum samfelag við einum so avmarkaðum marknaði og fást við list og mentan?
? Alt ber til um man hevur viljan. Politiska skipanin má skapa neyðturviligu fortreytirnar, skapa karmar fyri list sum fyri øðrum menniskansligum virksemi í samfelagnum. Tí má list javnstillast við annað virksemi. Og har eru vit í teirri støðu, at tað er ikki øll list sum hevur ein marknað. Men tað merkir ikki, at tann listin ikki hevur virði. Vit kunnu ikki vera listina og røktina av mentunararvinum fyri uttan. Verða vit tað, missa vit okkara støði, verða tikin av fótum, og tí er tað ein samfelagslig skylda at geva listafólki og teimum, sum røkja mentunararvin rímilig arbeiðsviðurskifti. Tað er tað, sum er gjørt í Íslandi og tí stendur so væl til andaliga og tímiliga har. Hendan fatanin breiðir seg skjótt. Øll Norðurlondini hava fingið ein ógvuliga sterkan mentunarpolitikk. Til dømis Danmark, har mentunarpolitikkurin er í stórari menning, og har tað er breið undirtøka millum fólk, at tað skal rekast ein virkin mentunarpolitikkur. Somu rák eru í hinum Norðurlondunum og teim framkomnu europeisku londunum.