Gallarí Havnará skrivar, at Kári er ein av okkara mest virdu listamonnum.
– Í myndum hansara verður klassiska landslagið endurnýggjað í abstraktum formi, har pensilin fer leikandi eftir løriftinum. Myndirnar byggja á egnu upplivingar hansara av føroysku náttúruni, har veðrið støðugt skiftir frá mjørka til sól, storm og regn.
– Eyðun er útbúgvin á kongaliga Kunstakademinum í Keypmannahavn og er kendur fyri sínar oljumálningar av koloristiskum landsløgum. Rútmikkurin í litspælinum er tað berandi, og temaið er støðugt bygdin við havið, fjøllini, havið og luftin.
– Hetta eru sterkir litir og týðilig penslastrok, ið abstrahera frá motivinum. Eyðun hevur sýnt fram bæði heima og uttanlands og telist millum bestu føroysku listafólk í sínum ættarliði, skrivar gallaríið.
– Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýning í Gallarí Havnará.
##med2##











