Vit sláa okkum til tols við, at ferðafólk, sum ætla sær henda vegin, koma álíkavæl. Hetta er ikki rætt. Ferðavinnan kann í stóran mun verða eitt gott alternativ til aðrar vinnur, men hon kemur ikki av sær sjálvum, men er treytað av íløguhugi, trúgv uppá at hetta ber til, og miðvísari framtíðarskipan.
Hetta síggja vit í grannalondum okkara, m.a. Íslandi og Grønlandi, har seriøst verður satsað í ferðavinnuni. Vit hava gjørt nakað, tó ikki nóg mikið á hesum øki. Vit samstarva í ávísan mun við hesi lond og eiga at víðka okkara samstarv við tey, soleiðis at ferðavinnan fær somu møguleikar at trívast og nørast sum aðrar vinnur her á landi.
Bera vit so í bandi, er einki at ivast í, at ferðavinnan uppá sikt verður eitt gott íkast til okkara búskap, og kann geva fleiri arbeiðspláss. Føroyingar eru sjálvir eitt ferðandi fólk og vitja nógv í øðrum londum, tí er eisini rímuligt, at vit lata okkara land upp fyri fremmandafólkum at vitja land okkara. Tað er eisini neyðugt, at ferðafólk ikki bert síggja fornminnisleivdir í Kirkjubø, men koma runt alt landið at síggja og tosa við fólk.
Í Eysturoy hava vit kunningarstovur, sum gera eitt gott arbeiði á hesum øki og eiga hesar í størsta mun at stuðlast og styrkjast.
Tá vit tosa um ferðavinnu, mugu vit ansa eftir og skipa soleiðis fyri, at henda ikki køvir eyðkenni føroyinga. Annað vandamál er umhvørvið. Tað er ófrávíkilig treyt, at ferðavinnan ikki spillir náttúruvøkru náttúru okkara, tí so hava vit mist meira fyri minni. Hetta er ynski allra føroyinga, og eitt álitiskrav til ferðavinnuna.
Javnaðarflokkurin vil menna ferðavinnuna til eina seriøsa vinnu, ið ikki umhvørvisspillir okkara náttúru.
Eva Mortensen,
valevni Javnaðar-
floksins í Eysturoy