Nú styttist av álvara til valið og talið av veljarafundum fer at fækkast.
Valevnini hava fingið røðaravenjing eftir at hava verið ígjøgnum eitt valstríð, men um nakrar fáar dagar er tað so ikki meir.
Tá er liðugt, og so skulu royndirnar goymast til næstu ferð tað verður valstríð - um tey so stillað upp aftur til ta tíð.
Hóskvøldið vóru tað so veljararnir í Haldórsvík, sum skuldu leggja oyru til hvat velevnini hava at bera fram í hesum valstríðnum.
Valevnini hava avgjørt, at bara tey hava orði á veljarafundunum. Eingin tíð er sett av til spurningar frá veljarunum og tí verða fundirnir ofta øgiliga linligir.
Tað er púra eingin futtur í.
Á seinasta fundinum í Vestmanna er tó ætlanin at broyta mannagongdina so, at tað verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta valevnunum spurningar.
Nógvir áhoyrarar
Eftir talinum á bilum at døma, so sá út til at nógvir áhoyrarar vóru á fundi, og tann myndin var ikki heilt skeiv.
Umleið 60 fólk høvdu leitað sær í Avhaldshúsið í Haldórsvík hóskvøldið og verður hugsað um fólkatalið, so norðalagað í Sundalagnum, so er hetta ikki so lítið.
Hvaðani vóru tey so hesi fólkini og hvat vóru tey komin fyri at hoyra?
? Bara fyri at lurta. Eg rokni ikki við, at tey hava nakað nýtt at bera fram, sigur ein av áhoyrarunum, sum situr undir liðini á mær.
Tað skuldi annars verði gott mið at fiska í hjá einum politikara við ambitiónum.
Virksemi í Vík og Tjørnuvík er púra steindeytt. So at siga einki arbeiði.
Á bryggjuni, har fyrr var fiskaarbeiði til nógv fólk, ganga fýra ella fimm mans.
Tó so úti á fjørðinum liggja nakrir aliringar og alibrúkið gevur arbeiði til somuleiðis 5 mans.
Annars er alt øskukalt.
Tunnil til Tjørnuvíkar
Men har koma ongi gylt lyftir.
Er tað tí teir eru vorðnir meira floksloyalir, meira realistiskir ella tora teir bara ikki at lova nakað?
? Eg veit ikki, siga síðumenninir báðir, teir hava tosað eitt sindur um tunnil millum Vík og Tjørnuvík. Tað tosið byrjaði upp undir valið í 1988, men hevur ikki verið so nógv frammi síðani, sigur síðumaðurin úr Haldórsvík. Hin er annars úr Tjørnuvík.
Hvussu er vegasambandi annars?
? Tað eru fimm kilometrar hiðani til Tjørnuvíkar. Varð ein tunnil gjørdur, so var farleiðin til Tjørnuvíkar bara umleið tríggjar kilometrar.
Men tað eru óivað ring útlit til tunnil til Tjørnuvíkar fyribils, hóast alt.
Tummas Arabo, heldur tó ikki tað er heilt órealistiskt, men sigur samstundis, at tað skal inn í eina raðfestingina av teimum samlaðu samferðsluútreiðslunum.
? So hava teir kanska møguleika at fáa tunnilin um eini 10 ár ella so, sigur hann.
Valevnini vaknaðu
Tað skal tó sigast, at onkur hevði hug at koma við onkrum lyftum kortini.
Okkurt valevni byrjaði at tosa um tunnil millum Vestmanna og Hvalvík.
Á henda hátt kann samstarvið millum hesar partar økjast, eitt nú á ítróttarøkinum betrast. Vestmenningar hava ítróttarhøll og hinumegin er fótbóltsvøllur.
Men eisini lokalumboðið úr Haldórsvík, Alis Jacobsen vildi verða við á hesum fronti og hon helt tað verða rætt við eini ítróttarhøll í Sundalagnum, so skipast kundi fyri ymsum kappingum har, eitt nú flogbóltskappingum.
? Eg rokni við at tað kann gerast fyri minni enn 20 mió. krónur, segði Alis.
Edvard undirhelt
Minnist onkrar valfundir í »gomlum« døgum.
Teir plagdu at verða lívligir og ikki minst stuttligir.
Men teir fundir eg, sum blaðmaður havi verið til hesaferð, hava verði deydligir.
Tað eru minni enn so øll valevni, sum hava lætt við at bera fram røður. Soleiðis eru menniskju so ymiskt innrættaði, men onkru er ímillum, sum dugur at taka til.
Ein teirra er Edvard Hermansen.
Hann fekk láturin at runga í avhaldshúsinum í Vík.
? Hesir menninir, sum sita her eru allir so góðir, at tá eg hyggið yvir á teir, so vænti eg at síggja veingir á rygginum á teimum, og at teir fara á flog, segði Edvard og so flaksaði hann við ørmunum, sum ein veingjaskotin fuglur.
Hetta dámdi áhoyrarunum.
? Tað er alt ov lítið av hesum, segði síðumaðurin, áðrenn hann fór út at fáa sær ein royk.
Eingin umvendur
Fundurin fór nú at halla og úti í gongini stóðu nøkur og »fingu sær fríska luft«.
Hava tit avgjørt hvønn tú atkvøður fyri?
? Ja, siga báðir við munn, og tað er eingin kjansur at umvenda okkum.
Vanliga atkvøða tey uppá Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í Vík, men við seinasta val fekk Verkamannafylkingin nógvar atkvøður. So verður nokk ikki hesaferð.
? Eg rokni við at tað verður aftur, sum tað plagdi at verða fyrr B & C.
Seinasti røðarin hevur havt orðið og orðstýrarin við vekjaraklokkuni, Niels Petersen úr Streymnesi, sigur takk fyri góðan fundarsið.
Men áðrenn fólk fara til húsað halda vit gamlan sið og syngja tjóðsangin. Aftaná tað er aftur tíð at fara til Havnar.










