Fríggjakvøldið er kórkvøld. Trý gospelkór luttaka. Eyðun á Lakjuni er leiðari hjá einum nýggjum gospelkórið úr Eysturoynni. Tey syngja onkran sang hjá Oslo Gosple Choir og hava eisini ein føroyskan sang við á skránni. Solistar eru Allan, Elsebeth og Hanna. Tónleikarnir eru vælkendir: Regin Guttesen, Hans Poulsen, Sámal Joensen og Jan Zachariassen.
Ólavur Jøkladal er leiðari hjá »Aurora«. Tað er faktiskt samað kór, sum luttók í Gospelfestivalinum í 1996, tá tey tóku okkum øll á bóli við sínum fríska stíli og góða sangi. Nøkur nýggj eru tó við, og tónleikarir hesaferð eru m.a. Jóhannes á Váli, klaver, Jógvan Olsen, hammond og Sámal Gunnarson, trummir. Tey fara at syngja á enskum, tó verður ein sangur á føroyskum. »Aurora« var í Fuglafirði og hevði konsert á jólum, og í summar er ætlanin at fara uttanlanda til Danmark og Noreg at syngja.
Eirikur Skála er leiðari hjá »United voices«. Kórið er eitt ár og bleiv stovnað við samband við Gospelfestvalin í fjør. Tá sungu tey við Andrae Crouch. Endamálið hjá kórinum er, at æra Gud við lovsangi, og gera navn Hansara stórt. Tey sungu fjølbroyttan gospeltónleik: Trad. gospel, stillar, lovsangir, rap og hip hop. Solistar verða Heine Lützen, Anna Háborg, Birgir Sigurðson, Sigrið Sivertsen, Margit Petersen og Billy Hansen. Tónleikarir verða Gunnar Guttesen, Bernhard Petersen, Sámal Jacobsen, Mikkjal Hvannastein og Jón Eli Jacobsen. Eisini verða 4-5 blásarir við.
Leygarkvøldið eru føroyskir bólkar á skránni, 3 av 5 eru nýggir. Afturat sær hava teir eitt kór av Toftum við í einum sangi. »Check-line« man vera tann bólkurin, sum spælir mest »modernaða« tónleikin á konsertini og verður heilt sikkurt spennandi at hoyra. Av tónleikarunum kann nevnast Kristoffur Mørkøre úr Klaksvík, sum syngur, programmerar keyboard og skrivar sangirnar. Sámal Joensen spælir trummir. »Lagacy« er úr Tórshavn, og teir hava verið við í vikuskiftissendingini hjá Útvarpinum herfyri. Sangarin er Dánjal Petersen og teir skriva tónleikin sjálvir.
Aftaná ein stuttan steðg heldur konsertin fram. »Sela« er úr Fuglafirði, eisini ein nýggur bólkur, og sangari er Dan Eliassen. Síðst spælir »I am« úr Klaksvík. Teir eru uttan iva tann bólkurin, sum oftast hevur staðið á palli áður. Teir eru eisini við á fløguni »Rockur í Føroyum«. Birgir Sigurðson syngur.
Sunnukvøldið fara fyrst fýra gentir úr Vágum at dansa til 2 sangir, og høvuðsnavnið á festivalinum er so KOPP/ Kids of Power to Praise. ( Tað eru uml. 15 ung úr Danmark). Tey kalla sína framførðslu eitt total-show. Tey syngja, spæla og dansa. Stílurin er dance-pop við »soul-feeling«. Ímillum hesi ung er tann føroyska Rannva Joensen, dottur Anni og Gotfred Joensen. Tey hava búð í Danmark í nógv ár. KOPP hevur framført nógv i Danmark og hava eisini verið í Svøríki, Noreg, Týsklandi og Estlandi. Leiðari er Andreas Mathew.
Søga: Grundleggjari av Gospelfestivalinum var Petur Oluf Skorá og hann skipaði fyri fyrsta árið, næsta árið TLT-booking og síðan bleiv Føroya Gospeltónleikafelag stovnað og skipaði fyri í fjør. Tá var festivalurin tó ikki í Norðurlandahúsinum; men í Ítrottarhøllini á Hálsi. Í ár er gospelfestivalurin so aftur í Norðurlandahúsinum. Hvørt ár hava onkrir útlendskir bólkar verið við. T.d. næstsíðsta ár vóru Hans-Inge Fagervik og Roland Utbult , og Andrae Crouch, var í fjør.
Føroya Gospeltónleikafelag og ADJ-Sound skipaðu fyri einum Workshoppið, har allir luttakandi bólkarnir vóru við ( teir føroysku) . Hetta varð skipað, sum eitt fyrireikingar-arbeiði til sjálvan festivalin. Endamáli var at gjera bólkarnir betrið førar fyri st nýta tað ljóðútgerð optimalt, sum er til taks, og sum er neyðug í einum stórum høli. Nógvir bólkar ( bæði gospel og ikki-gospe) hava ikki møguleika, at øva við stórum anleggi í stórum hølum og eru tí ikki vanir við tað. Ljóðbílætið sjálvt broytist eisini totalt, í mun til tað bólkarnir eru vanir við, tá teir øva ella spæla í smærri hølum, sum taka 100-200 fólk. Tí er tað gott, eisini at gera nýggir bólkar varnar við ta broytingina.
Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Tórshavn.