Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur í morgun, at toklinjan millum býirnar, Varsjava og Lublin hevur verið fyri sabotasju.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun. Ein spreinging hevur oyðilagt partar av jarnbreytarlinjuni.
- Ein atsókn var á linjuni, Varsjava-Lublin, har ein spreinging hevur oyðilagt jarnbreytarsporið.
Hetta skrivar Donald Tusk á X, og hann leggur aftrat, at fráboðanir eisini eru um aðrar skaðar á somu jarnbreytarlinju, nærri býnum, Lublin.
Lublin liggur í landsynningspartinum av Póllandi, einar 95 kilometrar úr markinum til Ukraina.











