Tíðindastovan NTB veit í nátt at siga, at Iran hevur lopið á fleiri mál í Miðeystri, eitt nú í Ísrael, Saudi Arabia og í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Iranska kringvarpið IRIB skrivar, at álopini í nátt eru vend móti amerikanskum og ísraelskum málum í londunum.
Sambært verjumálaráðnum í Saudi Arabia eru sjey ballistiskar rakettir úr Iran skotnar niður.
Ísraelska Channel 12 veit at siga, at fleiri fólk hava fingið løstir í iranskum álopi nærindis ísraelska høvuðsstaðnum, Tel Aviv.
Á hinari síðuni sigur ísraelski herurin (IDF), at Ísrael hevur lopið á mál í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.











