Tað er Rósa Tyril Gaardlykke, vartingkvinna fyri Miðflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, ein grein 52a fyrispurning um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
Ítøkiliga spyr hon soleiðis:
1. Hvar er ábyrgdin staðsett fyri viðgerð av fólki, sum bæði hava sálarsjúku og misnýtslu av rúsdrekka og/ella øðrum rúsevnum?
2. Hvussu stórur partur av teimum, sum misnýta rúsdrekka ella onnur rúsevni, metast eisini at hava onkra sálarliga sjúku ella órógv?
3. Hvør hevur ábyrgdina av avrúsing av teimum, sum ynskja at sleppa til viðgerð fyri bundni at rúsevnum og/ella rúsdrekka?
4. Fyriliggur nøkur ætlan um at geva teimum, sum ikki hava fastan bústað, atgongd til viðgerð fyri bundni av rúsdrekka og rúsevnum?
5. Hvar skal serfrøðin uppbyggjast um viðgerð av bundni at øðrum rúsevnum, t.d. stimulantum sum Ritalin, sum vit nú síggja meira av í Føroyum, men sum vit ikki hava royndir í at viðgerða?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Rósa Tyril Gardlykke á at fjølmiðlar og onnur hava varpað ljós á vaksandi brúk av sproytum til misnýtslu av rúsevnum, størri mongd av rúsevnum í Føroyum, og avbjóðingar við atgongd til hjálp.
##med2##
– At fleiri misnýta rúsevni við sproytu er ein lutfalsliga nýggj avbjóðing í Føroyum. Vit hava tí ikki nógvar royndir í at veita hesum menniskjum viðgerð og hjálp. At bróta við bundni at rúsevnum er ein long gongd, og hvørki avrúsing ella víðari viðgerð eru tær somu sum fyri bundni at t.d. alkoholi ella hassji, sigur Rósa Tyril Gaardlykke.
Hon vísir á, at viðgerðartilboðini í Føroyum harafturat hava ávísar avbjóðingar við atgongd.
– Tað kann vera neyðugt at hava ein fastan bústað fyri at sleppa í viðgerð, og harumframt vera, í hvussu so er partvíst, avrúsaður, áðrenn tú kanst verða innskrivaður til viðgerð.
– Serliga um fólk hava misnýtt ymisk rúsevni, meta viðgerðarstovnarnir seg ikki førar at standa fyri avrúsing. Í summum førum veita psykiatri ella aðrar sjúkrahúsdeildir abstinensviðgerð, men tað er heldur ógreitt, hvør hevur ábyrgd av avrúsing, áðrenn viðgerð fyri bundni at rúsevnum og rúsdrekka, sigur Rósa Tyril Gaardlykke.
Hon vísir eisini á, at ein vælkend avbjóðing afturat er viðgerðaratgongd til tey, sum bæði hava sálarligar avbjóðingar og bundni at rúsdrekka ella rúsevnum. Viðgerðarstovnar seta seg ikki altíð førar fyri at taka fólk inn við ikki-viðgjørdari sálarligari sjúku, og Psykiatriski Depilin metir seg ikki kunna viðgera sálarliga sjúku hjá fólki, sum rúsa seg dagliga.
– Sostatt er sera trupult hjá fleiri av okkara harðast raktu borgarum at fáa hjálpina, ið teimum tørvar, sigur Rósa Tyril Gaardlykke í grein 52a fyrispurninginum til Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum nú hevur tvær vikur at svara spurninginum.













