Tað ræður um at hugsa stórt

Spurningurin um, hvussu vit kunnu gera føroyska tónleikin til eina útflutningsvøru, varð tikin upp

Hóskvøldið hevði løgtingsmaðurin Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum sett føroyskum tónleikarum og øðrum, sum hava nógv við tónleik at gera, stevnu á Javnaðarcaféini í Gongugøtuni í Havn.

Endamálið var at fáa sjónarmið fram um, hvussu vit kunnu menna føroyska tónleikin úteftir, so at hann við tíðini kann gerast ein inntøkukelda hjá landinum.

Kristian Magnussen legði fyri við at vísa á týdningin, tað hevur at skapa fyritreytir fyri alternativum vinnum í Føroyum. Løgtingsmaðurin vísti á tveir høvuðsspurningar: Hvat skal gerast fyri at fáa føroyskan tónleik upp á eitt professionelt støði, og hvussu nógvar pengar skulu til fyri at gera hetta.

Kristian Magnussen vísti á, at tað eftir hansara uppfatan er betri at tveita pengar á sjógv og so vóna, at okkurt rekur inn á land aftur, heldur enn at sita hendur í favn og einki at gera.

Framleiðsluumstøður og marknaðarføring

Síðani var orðið frítt, og nógvir (har vóru bert mannfólk) av teimum, sum vóru komin, nýttu høvi til at siga sína hugsan um møguleikarnar hjá føroyskum tónleiki at gerast ein góð inntøkukelda hjá landinum.

Terji Rasmussen úr Moirae legði fyri við at vísa á, at tað eftir hansara tykki eru tvær grundleggjandi fyritreytir, sum skulu vera í lagi, um føroyskur tónleikur skal gera seg galdandi í útlondum. Fortreytirnar fyri góðum framleiðsluumstøðum skulu vera í lagi, og her vísti Moirae-maðurin á, at vit ikki hava eitt veruligt, tipp-topp studio í Føroyum, og at meginparturin av føroysku útgávunum verður mixaður í Danmark ? nakað sum sýgur fleiri 100.000 krónur av landinum.

Hin fyritreytin er sambært Terja Rasmussen, at marknaðarføringin er í lagi.

? Um vit skulu selja úteftir, er tað av alstórum týdningi, at PR-arbeiðið er í lagi, segði hann.

Terji Rasmussen helt tað vera skilabest at seta eina óhefta nevnd, sum so skal velja ein ella tveir bólkar út, og sum so skulu marknaðarførast í øðrum londum. Hann vísti á, at um bert ein av hesum bólkunum veruliga megnar at sláa ígjøgnum, eru upprunaligu íløgurnar smáar, tá hugsað verður um avlopið, sum kemur heim aftur.

Páll Arge, sum hevur arbeitt nógv við føroyskum tónleiki í fleiri ár, vísti á Prix Føroyar-kappingina sum eitt gott høvi at selja føroyskan tónleik úteftir. Hann skeyt upp, at vit til næstu Prix Føroyar-kapping bjóða eini 4-5 kendum útlendskum produsarum til Føroyar, so teir sjálvir kunnu síggja og hoyra, hvat føroyingar hava at bjóða.

? Vit hava kreftirnar, og vit hava bólkarnar. Høvdu vit kunnað pussað teir av, høvdu teir uttan iva havt góðar møguleikar uttanlands, segði Páll Arge.

Hann vísti eisini á, at tað hevur týdning at koma innum, og at tað er sera torført, um tú ikki kennir onkran, sum er innanfyri.

Annars varð eisini komið inn á altjóða Melodi Grand Prix-kappingina sum eitt gott høvi hjá føroyskum tónleiki at vísa sítt andlit úteftir.


Ein millión

til tónleikin

Síðani tók Kristian Magnussen aftur orðið og segði m.a., at tað hevur týdning at fáa hol á. Hann vísti á, at hugburðurin millum føroyskar politikarar í hesum døgum ikki er fyri at brúka nógvar pengar.

? Tað ræður um at fáa glið á, so síggja teir, at tað loysir seg, segði Kristian Magnussen, sum legði afturat, at um ein tílík ætlan skal koma á fíggjarlógina, verður tað helst ikki við meir enn einari millión krónum.

Fróði Vestergaard, sum m.a. er ein av fyriskiparunum av Prix Føroyar, helt fyri, at henda milliónin í so fall bert skuldi verið brúkt til marknaðarføring, og sum heild var semja um, at marknaðarføring er alfa og omega, tá samanumkemur.

Samanumtikið var fundurin hóskvøldið gevandi á tann hátt, at hol nú er sett á spurningin, um føroyskur tónleikur kann gerast ein verulig inntøkukelda hjá landinum.

Fleiri sjónarmið komu fram, bæði frá politiskari síðu og frá tónleikarunum sjálvum umframt teimum, sum annars hava við tónleik at gera.

Norðurlendskir tónleikabólkar vinna nógv fram í hesum døgum, og eingin ivi er um, at vit í Føroyum ikki hava nakra orsøk til at halda okkum standa aftan fyri fleiri av hesum, sum nú fáa eina millión fyri og aðra eftir í kassan. Tað ræður bert um at bera rætt at, fáa rætta stuðulin og at hugsa stórt?