Enn einaferð vendi sambandsflokkurin sær til javnaðarflokkin, sum jú hevði mist helmingin av tingmanning síni.
Sjálvandi var javnaðarflokkurin ógvuliga ivasamur, men sum tann ábyrgdarflokkur hann er og altíð hevur verið, fór hann undir samráðingar við sambandsflokkin, sjálvstýrisflokkin og ta tá samdu verkamannafylkingina.
Sum kunnugt fekk javnaðarflokkurin tvey umboð ? sambandsflokkurin trý ? sjálvstýrisflokkurin eitt og verkamannafylkingin eitt umboð í landsstýrið.
Men skjótt vísti tað seg kortini, at tað í grundini vóru fýra sambandsmenn í landsstýrinum, tí Sámal Petur í Grund, sum skuldi eitast at umboða sjálvstýrisflokkin, tók undir við sambandsflokkinum í hvørjum einasta føri, tá ið á stóð.
Og í grundini kundi tað vera líkamikið, tí løgmaður gekk og hótti við nývali, um hann ikki fekk sín vilja ígjøgnum. Tað gjørdi hann tá og tað hevur hann gjørt seinni.
Tað er so satt sum tað er sagt av summum sambandsmonnum, at eingin kundi kenna seg tryggan fyri hvat ið hann kundi finna uppá, tí hann er fullkomiliga óútrokniligur.
Tí valdu javnaðarumboðini at fara úr samgonguni ? teir fingu jú ongan javnaðarpolitikk ført ? og einans sita úti í Tinganesi og lýða borgarlig harraboð bar jú ikki til.
Men tøkkina fyri, at Sámal Petur í Grund hevði verið so trúgvur fylgisneyti hjá løgmanni kenna vit.
Fyri at reinska ta politisku luftina eitt sindur vónaði javnaðarflokkurin nýval, men tað glapp, tí hin føroyski fólkaflokkurin, sum tó ikki pyntar seg við tí kristiliga heitinum, tevjaði fong og helt at nú vóru løgir til at sorla alt sundur, sum javnaðarflokkurin hevði slóðað fyri á almennum støði.
Hesin mannafíggindaligi flokkur, sum bert hevur áhuga í at lívga um hávarnar í føroyska samfelagnum. Teir, sum eirindaleyst traðka á fjøldina, skuldu privatisera alt alment virksemi sum ber seg, men tað, sum av natúrligum orsøkum gevur undirskot, skal tað almenna framyvir reka, men sjálvandi á avmarkaðum og lægri støði, um hann fær sín vilja ? sum eg annars haldi vera ógvuliga ókristiligt.
Tað hevur verið og verður so ofta sagt, at javnaðarflokkurin einans eggjar fólki til at krevja ? men hetta er ikki satt. Tí javnaðarflokkurin sigur enn sum áður ? ger tína skyldu og krev so tín rætt. Og hetta er allur munurin.
Men, í førum tá ið fólk verða forða í at hava møguleikan til at gera sína skyldu, so eiga tey sjálvsagdan rætt at krevja rætt-in at liva. Tað er dýrt at liva í randarøkjunum og tí ætlar javnaðarflokkurin at bøta um tað misbýtið, sum fer fram í ehsm landi, at jú longur tú kemur burtur frá miðstaðarøkinum, dýrari verður at liva samstundis sum hentleikarnir eru færri.
Tað líkist heldur ongum, at hvørja ferð, ið talan er um sparingar, eru tað útjaðaraøkini, sum skulu bløða, meðan lítið og einki sæst til sparingar á miðøkinum har tær størstu inntøkurnar eru og flestu hentleikarnir. Men tað er vituligt, at um kapitaliseringsdreymarnir hjá tí landsstýri, sum enn situr, men vónandi ikki so leingi afturat, vinna frama, so verður lítil vón fyri útjaðaranum.
Í nærum hálvthundrað ár hevur ein ávísur flokkur gingið og geylað ymisk rakstrarróp í hesum oyggjum. Eitt av hesum vøkru og tølandi rakstrarrópum, sum hann hevur notið og nýtur sum fótatraðk, hóast tað hevur annað uppiborið er: Í hjørtum okkara býr frælsi.
Sjálvur haldi eg at hatta rakstrarrópið í hesum føri hevði ljóðað meira sannførandi, um hann segði: Í okkara hjørtum býr hatur!
Tað er jú ikki einans í tjóðveldishjørtum, at frælsi býr, tí sum eg so mangar ferðir havi sagt: Frælsi er so mangt.
Teir tala um tey yvir hundrað londini, sum síðani síðsta heimsbardaga hava vunnið frælsi, men teir tala einki um at fólkið í flestu av hesum londum er ófrælst. Tí sanniliga, tað ber væl til at vera ófræls, hóast tú býrt í einum sokallaðum frælsum landi.
Teir tala heldur einki um, at flestu av hesum londum verða stýrd av harðrendum einaræðisharrum, sum eirindaleyst niðurberja alt menniskjaligt frælsi.
Teir tala einki um tær milliónir av gøtubørnum, sjúkum og gomlum,sum liggja ella ganga í hjálparloysi úti á gøtunum, ella liggja og doyggja á ruskdungunum. Teir tala einki um, at minnilutarnar í flestu av hesum londum verða týndir. Og eg kundi hildið fram ? og hildið fram. Og so ganga vælgøddir tjóðveldismenn her í Føroyum og nýta hesi londini sum fyrimynd! Tað er kanska eitt sovorðið frælsi, sum teir ætla føroyingum.
Teir siga, at tílíkt kann ikki henda í Føroyum, tí at vit eru eitt framkomið samfelag.
So, men er tað ikki meðan vit hava verið saman við tí útskeldaða Danmark, at vit, hóast alt, kunnu meta okkum sum eitt framkomið samfelag?
Men eg kann ugga føroyingar við, at tað verður ikki tjóðveldisflokkurin, sum vinnur okkum loysingina, tí hann hevur einki at hava hana í.
Hvussu kunnu vit hava álit á einum flokki, sum nærum í eina hálva øld ikki hevur verið førur fyri at siga ella vísa okkum, hvussu ein tjóðveldisfíggjarlóg fer at síggja út, tá ið teir hava loyst.
Nei, tað kunnu teir ikki, tí aftan fyri øll teirra vøkru rakstrarróp er einki, har er fullkomin tómleiki.
Og at koma við einari fíggjarlóg, tá ið teir hava loyst, er ov seint, tí tá vendist ikki aftur. Tað vita teir, men hatta er lumping av grovasta slag!
Veljið javnaðarflokkin!
Jógvan Adolf Johannesen