Løgreglan var í gjár boðsend til at grannastríð í 'norðurøkinum', sum vaktleiðarin á Politistøðini málber seg, tá tey ikki vilja avdúka, hvar ítøkiliga hendingin fór fram.
Men tá løgreglan kom á staðið var staðfest, at tað meira var ørvitisskapur av druknum fólki, og tí tosaði løgreglan partarnar til sættis.
Um áttatíðina kom fráboðan um ein 'berúsara', sum lá úti í Havn. Løgreglan fór á staðið og staðfest, at rætt var, sum fráboðað, at talan var um ein sera fullan mann. Tað endaði við, at viðkomandi varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, tí at promillan var so høg.
Um hálgvumfýra tíðina í nátt vóru aftur boð eftir løgregluni um eina fullan person, sum var til ampa í býnum. Løgreglan fór á staðið og tók viðkomandi við á støðina. Lækni kom á støðina at kann apersonum, og sendi hann á Landssjúkrhúsið. Sjúkrabilur kom eftir honum.