at teir ikki taka dagar ímillum Irak, Al-Quada og Taliban. Men hvat er hetta annars fyri snakk um at leypa á? Nær eru teir givnir? Ikki síðan flógvakríggið í hvussu er! ? Amerikumenn og bretar hava hesi [...] amerikumenn framhaldandi skuldu sleppa at brúka føroyskt loftrúm í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Spurdur um hann tá ikki tók støðu í ósemjuni millum USA og Irak, svaraði løgmaður, at tey bæði málini einki høvdu [...] honum durafjórðingin ella blaka hann á søgunnar øskudunga, har hann og hansara líkar hoyra til. Tí um Saddam er so ræðuligur, sum teir vilja vera við, hví var fanin so ikki fjernaður, tá teir kortini vóru
undan hjá fyritøkuni at hugsa um útreiðslur í sambandi við søluframtøk. Eingin húsaleiga skal gjaldast, einki ravmagn, eingin yvirtíð, eingin skattur, tí konurnar skiftast um at leggja hús til, so eingin [...] grovbollar tilsamans, ið skulu bakast. Ikki um at tala øll vesini, sum skulu vaskast, áðrenn konurnar koma á gátt. Alt skal helst vera hampuligt. Skjótt er at rokna, um allar hava tvey: 1.000.000 vesir! Á dett [...] sum ikki vita hvussu leikur fer. Kanska er okkurt mannfólk, sum ikki veit um hetta loyndarfulla, losjukenda, sum konurnar samlast um við jøvnum millumbilum. Onkrar konur eru við hvørja ferð ? tað havi eg
mitt í býnum liggur tað kempistóra Alhambra, eitt arabiskt palads og borg. Nógvastaðni í byggisniðnum sær man hendan arabiska arvin lið um lið við tað ser katólska, til dømis tann stóra katedralin sum Isabella [...] at gerast meir líkt restini av Evropa, ikki bara búskaparliga og politiskt, men eisini mentunarliga. Um man er 2 vikur við strondina onkustaðni í Spania, er kanska ringt at síggja, at Spania er so øðrvísi [...] stórar geitaflokkar, sum hirðin rekur tvørturum stórar vegir við nógvari ferðslu. Spania-kennarar tosa um Spania sum landið við teimum stóru kontrastunum. Nakrar eru eyðsýndar, aðrar eru við fyrsta eygnabrá
uppskotinum um heimildina til forsetan, men undirtøkan var størri, enn roknað var við. Uppteljingin vísti, at 296 atkvøddu fyri og 133 ímóti, og politiskir eygleiðarar eru á einum máli um, at atkvøðugreiðslan [...] forsetan og politikk hansara í Irak-málinum. Uppskotið gevur ikki einans forsetanum heimild til at leypa á Irak, men hann hevur eisini fingið heimild til at koyra Saddam Hussein frá. Sjálvur væntar forsetin [...] leggja trýst á Russland, Frakland og Kina fyri at fáa tey at taka undir við einari nýggjari ST-samtykt um Irak. Higartil hava tey trý londini verið ímóti.
harvið at vinna rættin til kvalifikatiónsdystir um eitt pláss í EM endaumfarinum í Portugal um tvey ár, hevur hann sagt við fjølmiðlar. Útsøgnin ber boð um, at Litava miðjar eftir plássinum undir Týskalandi [...] Thorsteinsson, Sámal Joensen, John Petersen, Julian Johnsson, Henning Jarnskor ? Uni Arge (Jákup á Borg, 87.), Todi Jónsson. Á beinkinum alla tíðina sótu Jens Martin Knudsen, Jan C. Dam, Jan Joensen, Jóhannis [...] fleiri spælarar við í Litava, sum ikki vóru landsliðsaktuellir fyri fýra árum síðani. Her verður hugsað um Jón Róa Jacobsen, Fróða Benjaminsen, Rógva Jacobsen, Andrew av Fløtum, Helga L. Petersen, Hjalgrím
heldur ikki hetta tykist raka venjaran serliga meint. - Sjálvandi er taqlan um ein stóran dyst mikudagin, men fyri okkum ræður um at gera eitt gott arbeiði her. Eitt gott úrslit í fyrra dystinum er fortreytin [...] spælararnir eru somikið at sær komnir, at teir fyrst hugsa um dystin her, áðrenn tankarnir leita til Týsklands. Sjálvur hugsi eg í øllum førum bert um hendan dystin, segði Henrik Larsen. Skulu skora Og venjarin [...] sagt, at tú vinnur ongan dyst uttan at leypa á, so frameftir skulu vit nokk koma. Ikki til beinkin At enda spurdu vit Henrik Larsen, hvørt hann hevði nakað at siga um, hvussu liðið verður sett leygardagin
liðið skal í dag altjóða eldin aftur, tá S. Darius & S. Gireno leikvøllurin í Kaunas verður karmur um dystin móti Litava. Undan hesum dystinum eru Føroyar ájavnar við Skotland á øðrum plássinum í bólkinum [...] enn ikki hevur spælt, eru aftan fyri Føroyar. Hvørt tað skal eydnast føroyska liðnum at halda fast um sessin somikið ovarlaga á stigatalvuni, er sjálvandi óvist, men tað tykist í hvussu so er soleiðis [...] vóru á skránni undir hósdagsvenjingini, hoyrdust láturin mangan runga, tá onkur framdi mistak, ella um ein finta av onkrum slag eydnaðist. Látur, sum tó á ongan hátt skal skiljast soleiðis, at leikarar
liðnum, sum tað glógvaði í fyri steðgin, og tað má sigast at vera imponerandi, tá hugsað verður um, at talan er um yngsta mannin í hópinum. Eftir steðgin var hann kanska ikki eins nógv í fokus, men tað var [...] undir brúsuna eitt korter áðrenn flestu av liðfeløgunum sigur eisini nakað um, at hetta ikki var hansara dagur. 9. Jákup á Borg, B36 Var ivasamur undan dystinum, og tóktist eisini at hava stórar trupulleikar [...] Molde BK Hevði til hendan dystin vunnið sær troyggjuna við eitt-talinum aftur, og hóast talan gjørdist um tap, so kann tað á ongan hátt lastast málverjanum. Var fullkomuliga uttan møguleika við teimum báðum
venjingini, sum er eftir evstamark okkara. Í hópinum eru annars ikki tey stóru ivamálini. Jákup á Borg hevur havt ein skaða í lærkrikanum at dragast við seinastu tíðina. Men hann spældi í Litava eftir [...] í venjingunum, men hann gavst nakað fyrr enn hinir, men sjálvur helt vágbingurin ikki, at talan var um nakran stórvegis bága, og hann roknaði við at vera tøkur mikudagin. Møguliga ein broyting Hetta gevur [...] . Men hóast tað ikki gekst heilt eftir vild í Litava, so er ikki serliga sannlíkt, at talan verður um tær stóru broytingarnar. Heldur ikki hóast allir tríggir skiftisleikararnir, sum komu inn á vøllin
sum vit skulu vita um føroyska liðið, og tað er nóg mikið hjá mær. Øll skriva um føroyska liðið Var lítið gjørt burturúr í mánadagsútgávunum, so var støðan eitt sindur øðrvísi um vikuskiftið. Mestsum [...] vunum. Talan var eisini bert um nøkur heilt fá fjølmiðlafólk til føroysku venjingarnar mánamorgunin, og tann umrøðan, sum var í miðlunum, snúi seg eisini at kalla bert um týska liðið. Her var størsti [...] men hetta sigur kanska eisini nakað um, hvussu høgt bløðini vilja spenna bogan í royndunum at fáa bestu yvirskriftirnar. Millum fleiri aðrar áhugaverdar greinar um Føroyar, føroyskan fótbólt og føroyskar