Irak-kreppan
George W. Bush, forseti vann ein týðandi politiskan sigur, tá Senatið í Washington gjáranáttina samtykti at geva forsetanum heimild til at nýta hermegi ímóti Irak. Dagin fyri hevði Umboðsmannatingið givið honum somu heimildina.
Tað var væntað, at meirilutin fór at taka undir við uppskotinum um heimildina til forsetan, men undirtøkan var størri, enn roknað var við. Uppteljingin vísti, at 296 atkvøddu fyri og 133 ímóti, og politiskir eygleiðarar eru á einum máli um, at atkvøðugreiðslan var ein týðandi sigur fyri forsetan og politikk hansara í Irak-málinum.
Uppskotið gevur ikki einans forsetanum heimild til at leypa á Irak, men hann hevur eisini fingið heimild til at koyra Saddam Hussein frá.
Sjálvur væntar forsetin, at altjóða samfelagið viðurkennir rættin hjá USA til at fara undir tað ætlaða átakið ímóti Irak.
-Tann politiska samtyktin er eini greið boð til trygdarráðið hjá ST. Tann altsamt veksandi hóttanbin úr Irak má steðgast einaferð med alla, segði George W. Bush í gjár. Hann legði afturat, at tann tíð er skjótt farin, tá Irak kundi skáka sær undan fólkarættarligum eftirliti.
Formaðurin hjá demokratiska meirilutanum í Senatinum, Tom Daschle, legði í sínari niðurstøðu dent á, at avgerðin at geva forsetanum heimild til at nýta hermegi ímóti Irak eigur ikki at verða tað seinasta í hesum máli, tí forsetin eigur framvegis at tryggja sær stuðul frá altjóða samfelagnum til ætlanina.
Í Washington verður hildið, at amerikanska stjórnin ivaleyst fer at nýta heimildina frá Kongressini til at leggja trýst á Russland, Frakland og Kina fyri at fáa tey at taka undir við einari nýggjari ST-samtykt um Irak. Higartil hava tey trý londini verið ímóti.