Lagið av tí besta í føroyska hópinum

Tað tykist sum føroysku landsliðsleikararnir gleða seg til dystin í dag, nú teir aftur skulu í altjóða elding

KAUNAS: Føroyska fótbóltslandsliðið skal í dag altjóða eldin aftur, tá S. Darius & S. Gireno leikvøllurin í Kaunas verður karmur um dystin móti Litava.
Undan hesum dystinum eru Føroyar ájavnar við Skotland á øðrum plássinum í bólkinum við einum stigi. Litava, sum tapti 2-0 í sínum fyrsta dysti og Ísland, sum enn ikki hevur spælt, eru aftan fyri Føroyar.
Hvørt tað skal eydnast føroyska liðnum at halda fast um sessin somikið ovarlaga á stigatalvuni, er sjálvandi óvist, men tað tykist í hvussu so er soleiðis, at tað er hetta, sum leikararnir hava í kvittanunum. Og tað er so fyrsta fortreytin fyri einum góðum úrsliti.

Gott lag
At døma eftir venjingunum , so er einki at ivast í, at lagið í landsliðshópinum er framúr. Meðan smáspøl av ymsum slag vóru á skránni undir hósdagsvenjingini, hoyrdust láturin mangan runga, tá onkur framdi mistak, ella um ein finta av onkrum slag eydnaðist. Látur, sum tó á ongan hátt skal skiljast soleiðis, at leikarar taka lætt upp á uppgávuna, men heldur sum eitt mát fyri, hvussu samanhaldið í hópinum er. Eitt samanhald, sum kanska kann gera, at menn geva seg tey tvey ella trý prosentini eyka fyri hvørjum øðrum, tá dysturin er á skránni.
Í Litava er annars ikki so nógv at hoyra um landsdystin. Á ítróttarliga økinum stendur fótbólturin her í skugganum av kurvabóltinum, har landið telist millum tey fremstu í heiminum, og eitt nú hevur bronsumerki í OL at vísa á.
Hetta tykist tó á ongan hátt at nerva føroysku leikararnar. Kanska er tað heldur hinvegin ein lætti, at venjingarnar mest sum bara verða fylgdar av føroysku pressuni, og at friðurin kring fyrireikingarnar tí er munandi størri, enn hann vanliga er, tá leikt verður uttanlands.

Liðið
Enn hava venjingarnar hjá føroyska liðnum givið lítlar ábendingar um, hvussu liðið møguliga fer at síggja út leygardagin. Henrik Larsen hevur hesa ferð gjørt lítið og einki burtur úr sonevndu skabelón-venjingunum, har spælskipanin hjá liðnum skal venjast. Kanska eisini tí landsliðsvenjarin hevur meira í hyggju at fáa spæligleðina fram í leikarunum, nú teir allar flestu standa við endan av einum longum og strævnum kappingarári.
Tað er hinvegin eingin loyna, at talan neyvan verður um tær stóru broytingarnar á liðnum, sammett við dystin móti Skotlandi. Øssur Hansen er komin inn í hópin, og hann fær helst pláss í vinstru síðu, har Hjalgrím Elttør annars tóktist at hava tikið yvir. Annars tykjast einastu ivamálini vera Jákup á Borg og Pól Thorsteinsson, sum vit nevndu í fríggjadagsútgáuvni, men hósdagin tóktust teir báðir vera somikið væl fyri, at teir allar helst fara at spæla við.
Tað merkir, at liðið til dystin leygardagin helst fer at síggja soleiðis út; Í málinum veðrur Jens Martin Knudsen. Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen verða á báðum bakkunumj, og miðverjar verða Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen. Á miðvøllinum verða so úr høgru Jákup á Borg, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen, og so verða tað teir báðir, John Petersen og Christian Høgni Jacobsen, sum manna báðar álopssessirnar.