HANNOVER: Føroyska fótbóltslandsliðið fór mánadagin av álvara undir fyrireikingarnar til stórdystin mikudagin. Sunnudagin varð fyri tað mesta nýttur til at lekja sálarligu sárini eftir Litava-dystin, og so sjálvandi eisini til at ferðast í, og mánadagin byrjaðu venjingarnar so aftur.
Landsliðið heldur í hesum døgum til á Hotel Fürstenhof í Zelle, sum er ein býur einar 50 kilometrar uttan fyri sjálvt Hannover, og staðið, har venjingarnar ganga fyri seg, eitur der Walter Bismarck Stadion. Til stuttleikar kann nevnast, at tey við leikvøllin tóktust vera eitt sindur errin av, at eitt landslið hevði valt at leggja venjingarnar her. Einasta landsliðið, sum áður hevði nýtt vøllin, var kinverska kvinnulandsliðið, sum var her fyri nøkrum árum síðani.
Fá ivamál
Onkur nevndi sunnudagin, at tað skuldi vera gott at koma úr litaviska heystarkuldanum, men væntaðu tey, at veðrið skuldi verða betri í Hannover, so fóru tey í øllum førum skeiv.
Mánamorgunin var bítandi kalt á annars framúr góða Bismarck-vøllinum, og til at verja seg ímóti hesum vóru flestu av leikarunum ílætnir húgvu og handskar, til tess at verja seg ímóti nógva kuldanum.
Sum so góvu venjingarnar onga ábending á, hvussu liðið leygardagin fer at síggja. Tað gera tær vanliga ikki, nú Henrik Larsen er venjari, og higar til hevur tað í hvussu so er verið so, at teir fyrstu ellivu ikki eru avdúkaðir fyrr enn undir seinastu venjingini, sum er eftir evstamark okkara.
Í hópinum eru annars ikki tey stóru ivamálini. Jákup á Borg hevur havt ein skaða í lærkrikanum at dragast við seinastu tíðina. Men hann spældi í Litava eftir at hava fingið pínudoyvandi, og tað gekk so hampuligt, hóast hann framvegis var nakað eymur mánadagin, og tískil bara rann einsamallur mánadagin.
Pól Thorsteinsson hevði nakað av krími undir dystinum í Litava, og í dystinum varð hann skiftur út við einum smávegis skaða, men alt hetta tykist nú vera komið í rættlag. Mánadagin tók hann fyri ein part lut í venjingunum, men hann gavst nakað fyrr enn hinir, men sjálvur helt vágbingurin ikki, at talan var um nakran stórvegis bága, og hann roknaði við at vera tøkur mikudagin.
Møguliga ein broyting
Hetta gevur so í øllum førum Henrik Larsen ein positivan trupulleika, tá hann skal seta liðið mikudagin, tí eingin spælari hevur so meldað frá frammanundan. Men hóast tað ikki gekst heilt eftir vild í Litava, so er ikki serliga sannlíkt, at talan verður um tær stóru broytingarnar. Heldur ikki hóast allir tríggir skiftisleikararnir, sum komu inn á vøllin í Kaunas gjørdu tað heilt gott, og so avgjørt vístu seg sum góð alternativ til ideal-uppstillingina.
Skal nøkur broyting fremjast, so er kanska hugsandi, at talan tá verður um, at Christian Høgni Jacobsen ikki byrjar inni hesaferð. Avloysarin kundi verið Andrew av Fløtum, sum gjørdi tað gott, tá hann kom inn leygardagin, men umframt hann eru bæði Helgi L. Petersen og Hjalgrím Elttør kanska evni til plássið á toppinum. Her talar tað kanska til fyrimuns fyri Christian Høgna, at kappingin hjá Vejle framvegis er í gongd, men hinvegin er Andrew jú toppkjúttin í føroyski landskappingini, meðan Christian Høgni fyri tað mesta er bakkur, tá hann er í byrjunaruppstillingini hjá Vejle.
Helst lítið øðrvísi
Annars vóru bæði Julian Johnsson og Pól Thorsteinsson skiftir út leygardagin, og í báðum førum tóktust hesar útskiftingar at vera gagnligar fyri føroyska spælið, men tað er neyvan hugsandi, at Henrik fer at kvetta hesar av liðnum eftir ein dyst. Serstakliga á miðvøllinum kunnu broytingar vera tungar at fremja, og á høgra bakki var Pól Thorsteinsson slúkaðður beinleiðis inn á plássið, eftir at júst Jóhannis Joensen hevði spælt ein góðan dyst móti Liktenstein í fyrsta landsdystinum hjá Henrik Larsen.
Seinasta lítla ivamálið kundi verið málverjasessurin, men tá grundgevingin fyri at taka Jákup Mikkelsen framum Jens Martin Knudsen var, at Jákup fær sparkað longur undir trýsti, er illa hugsandi at støðan er broytt. Í øllum førum man landsliðsvenjarin rokna við, at týskarar fara at legja trýst á.
So alt í alt bendir tað tann vegin, at talan verður um somu byrjunaruppstilling sum leygardagin. Men tó møguliga við teirri lítlu broyting, at Andrew av Fløtum byrjar inni í álopinum saman við John Petersen.