TUPPERWARE ? hetta fantastiska fyribrigdið, sum ger teg til eina betri húsmóður. Ja. Tað passar. Tað siga sølukonurnar, sum selja Tupperware ? og hvør vil ikki vera tann perfekta húsmóðurin í 2002? (Og kanska 2003 við). Eg drýpi høvur væl vitandi, at eg ongantíð gerist kandidatur til heitið.
Hetta man vera best gjøgnumhugsaða konseptið í søguni. Hugsið tykkum ? allan sólarringin ? kring allan knøttin keypa konur Tupperware. Og her slepst eisini undan hjá fyritøkuni at hugsa um útreiðslur í sambandi við søluframtøk. Eingin húsaleiga skal gjaldast, einki ravmagn, eingin yvirtíð, eingin skattur, tí konurnar skiftast um at leggja hús til, so eingin orsøk er at Tupperware skal leiga seg inn nakra staðni. Vertskonurnar baka og matgera eisini, og tað er ikki hissini. Eingin vil standa aftan fyri hina fyrru, so her er alskyns leskiligt, grovbollar, salat og køkur í rúgvuvís. Og tær kunnu velja sær eitt plastílat aftur fyri ómakin. Hetta er einki minni enn genialt. Og søluprinsippið er, at tú keypir nú og rindar seinni. Tú fært ein lepa, har tú krossar av tað, tú kanst hugsa tær, og so er bert at bíða spent. Tvær vikur seinni ringir telefonin. Kann ikki lata vera við at hugsa, at onkur av okkum angrar, tí nú skal gjaldast og plastíløtini, sum enntá eru í mótalitum, fáast til høldar. Man ikki onkur okkara dylja sum mansmorð, at tey hava keypt Tupperware? Hinvegin, so er gott at hava hornaskáp; har er mangt eitt ílatið endað.
Ditti mær at spyrja eitt sindur soleiðis av óvart: »Hví ganga menn ikki til Tupperware-party?«
Las á netinum, at 14. september 2002 var kosin »Global Party Day«, har væntað varð, at 500.000 privat heim lótu dyrnar upp fyri Tupperware kring allan knøttin.
Tað er ikki so galið. Har eru í hvussu er nógvir grovbollar tilsamans, ið skulu bakast. Ikki um at tala øll vesini, sum skulu vaskast, áðrenn konurnar koma á gátt. Alt skal helst vera hampuligt. Skjótt er at rokna, um allar hava tvey: 1.000.000 vesir! Á dett skrekksenario!
Hevði tað so verið, at henda vøran var undurfull og fantastisk, men tað er hon ikki. Í hesum tíðum, har vit royna at hugsa umhvørvisvinarliga eigur ikki at vera pláss fyri óforgeingiligum plastikkvørum. Tí óforgeingiligt ? tað er Tupperware. Tað greiða sølukonurnar okkum frá undir seansuni. Tað er tí, at mín ostaklokka ikki er koyrd burtur enn. Hon ger so ongan háva og dálkar ikki innast í keksaskápinum. Og so má eg bara finna meg í, at hon gerst firtin av og á! So spyr onkur tykkara, hví eg havi keypt mær hana og okkurt annað við, ja, tað er júst spurningurin, bleiv eg hypnotiserað? Nei. Bleiv eg lokkað? Nei. Bleiv eg noydd? Nei. Satt at siga veit eg ikki, hví eg keypti. Kanska var tað eitt anfall av systraligum samhuga ? veit ikki.
Hvussu gongur hetta so fyri seg, kanska onkur spyr. Tað munnu vera fáar av okkum, sum ikki vita hvussu leikur fer. Kanska er okkurt mannfólk, sum ikki veit um hetta loyndarfulla, losjukenda, sum konurnar samlast um við jøvnum millumbilum. Onkrar konur eru við hvørja ferð ? tað havi eg latið mær fortalt. Eg meini, hvør vil ikki vera útvald, verða ringd upp og biðin um at koma at vitja? Er hetta ikki tað, vit allar vilja? Vera nakað spesielt? Vera hon, sum verður vald framum onkra aðra?
Eg havi ikki verið so ofta, eri alt ov atfinningarsom og spyrji ov nógv, so eg eri líkasum hon, eingin orkar at bjóða við longur, men tað ger minni. Hugsi ikki, at eg hevði farið kortini, men... rætt skal vera rætt ? eg havi verið við til slíka seansu einar tvær, tríggjar ferðir. OK ? hondina á hjartað! Eg havi eisini keypt okkurt. (Ostaklokkuna t.d.)
At konur keypa undirklæðir, smúkkur og smyrsl í hugnaligum privatum umhvørvi, tað skilji eg, men at plastíløt fær alt at leypa á leistum, tað er fyri mær ein óloysandi gáta.
Skilji ikki, hvussu plast kann gerast so lokkandi, at mann brúkar eitt heilt kvøld uppá at keypa sær eitt bollafat! Apropos? bollafatið. Tað er ein søga fyri seg. Hetta er tann rami gandur, tá tú fert at baka bollar í Tupperwarebollafatinum (imponerandi heiti), tí her koyrir tú alt tilfarið í fatið í senn, ristir tað sum vart tú yvirtamburinspælari hjá G.H.M.og vupti! Lokið hoppar av og deiggið er liðugt. Ílat er eisini at forma bollarnar við, so tú ikki skalt nerta við deiggið yvirhøvur, ganga bollarnir ikki sjálvir yvir á plátuna! Er hetta ikki einastandandi? Einki undur í, at bollafatið er at finna í nógvum føroyskum (horna)skápum.
Men steðga nú eitt bil. Her má eg gera ein álvarsligan vørr, góði lesari og samstundis koma við ársins avdúking: Eg havi í mínum ungu døgum verið á Aarhusegnens Husholdningsskole í Risskov fyri at súgva til mín um mat og matgerð. (Eg skrivi fulla heitið á skúlanum, so tit vita, at eg ikki pelli.) Tað var sum at sletta vatn á gás - eg var ikki egnað. Men okkurt sat eftir aftaná lokna húsarhaldshirðing: Tú mást nerta við deiggið, merkja konsistensin, tað er Alfa og Omega. Hitt vóru 10 kilo! Kundi sum onganting vaggað lúkst inn í PR-verðina sum reklama fyri Michelin.
Var einaferð við til eina Tupperware-seansu ? saman við nógvum øðrum góðum og fittum føroyskum konum. Haldi, at eg lovaði vertskonuni, at eg skuldi vera góð ? eg skuldi ikki spyrja so altrá og atfinningarsom um tað, ið fór fram.
Eg má viðganga, at tað stóð nógv á ta einu løtuna, tá sølukonan við síni messandi, snjøllu rødd tosaði um hetta fantastiska fatið, sum ein kundi seta lagkøkuna á og síðani fara í. . . krinolinukjólan, tann ljósagula, sum var í fleiri løgum. Liturin klæddi henni, tað visti hon, men hvar blivu øll av? Mariann Ashwood hugdi rundanum seg. Jú, har kom systurin Margaret, og har vóru tænastufólkini ? hon hómaði ungu gentuna, sum bar lagkøkufatið ? tey vóru á útferð í enska góðveðrinum. Kanska fór hon at hitta Willoughby! Margaret smíltist kokett og lyfti parasolluna eitt sindur. Ups! Nú fóru mínir tankar á flog góði lesari ? Jane Austen ? Sense and Sensibility, orsaka, hvar vóru vit? Jú, lagkøkufatið... í hagan! Sølukonan royndi at sannføra okkum um, at vit ikki kundu liva uttan hetta fatið, tá vit m.a. fóru í hagan. Norðradalsskarð og Havnardalur - Here I come! Við lagkøku í fleiri løgum aftur við drekkamunninum. Haldi, at lagkøkufatið við lagkøkuni hóskar betur í søguni hjá Jane Austen enn við mær og mínum úti í Havnardali.
Havi eina vinkonu, sum hevði keypt sær eitt Tupperwareundirlag! Altso, til at elta á. Tað einasta hon skuldi gera, áðrenn hon fór í gongd, var at leggja ein vátan klút undir undirlagið!!!!! Hon so gjørdi. Undirlagið vildi ikki sum hon vildi, so hon legði eitt vátt viskistykki undir afturat. Tað hjálpti heldur ikki, so tók hon eitt baðihandklæði, gjørdi tað vátt og legði tað oman á klútin og viskistykkið ? sama skilið.
Nú skuldi røkka ella støkka, so hon tók tveir tungar sjeyarmaðar ljósastakar og knallaði teir niður á hvør sítt horn á undirlagnum... og tá var tað, at eg pikkaði upp á køksdyrnar. Á denn sjón. Vatnið rann í einum linligum streymi niður eftir borðbeinunum, vinkonan stóð við hárinum beint uppeftir og helt desperat í ljósastakunum, minti meg ikki sørt um trapetskonuna í "The Flying Trapezers", meðan undirlagið lætt og elegant krúllaði seg saman aftur í eina rullu.
Kanska eg her skal viðmerkja, at áðurnevnda undirlag í stundini, og við felags hjálp, bleiv gjørt um til eitt flúgvandi teppi, sum av sínum eintingum, við brestin og eftir kanti bleiv sent niðan á brennistøðina á Hjalla! Og har liggur tað enn!
Og vinkonan? Nú brúkar hon aftur borðið sjálvt sum undirlag, tá hon eltir bolladeiggj. Handklæði og viskustykki verða brúkt til tað, tey eru gjørd til, ljósastakarnir eru upp á pláss í stovuni, og uppvaskið í sambandi við baking er minkað við minst 50%! Snilt, ha?
Kann ikki lata vera við at nevna Tuppeware-køkurulluna eisini, nú vit tosa um bakstur. Hon er eitt kapittul fyri seg, tí hon skal fyllast við vatni! Ja. Tú las rætt. Fyllast við antin heitum ella køldum vatni alt eftir, hvat tú bakar. Nú fløkist eg út í nakað, eg ikki eri serliga stinn í, so eg fari at lata teg gera av, nær tú skalt brúka heitt vatn, og nær tú skalt brúka kalt. Á, dett roks.
Eg havi eina køkurullu, sum minnir um hana hjá Frú Vom, og sum hon við jøvnum millumbilum tekur fram og hóttir Vom, kapteyn við at brúka til annað enn bakstur. Vænti, at kapteynururin hevði verið púra paff, um hann fekk eina rullu fulla av vatni um oyruni. Mín rulla? Hon verður bara brúkt til bakstur.
Og so eru tað lokini. Ja. Tupperware-lokini. Eg havi hoyrt um stjørnukastarar, stjørnuløg, stjørnudust, stjørnuhválv og alt møguligt annað stjørnukent, men eg hevði ikki hoyrt um stjørnulok fyrrenn í einum Tupperwareparty. Stjørnulok. Hetta er fróðskapur við lít. Eg má lurta og læra. Jú, sigur sølukonan ? tú trýstir á lokið á onkran serligan hátt og tað situr so rimmarfast. Tú kanst enntá leggja kannuna niður á hillina í køliskápinum fulla av mjólk, uttan at nakar dropi rennur úr! Tað er stórt.
Keypti mær eina slíka kannu við stjørnuloki (býttur kann mann vera, býttur kann mann vera). Vikuna eftir vóru bæði kanna og stjørnulok vorðin stjørnuskot! Tími einki, sum er meira roksut enn neyðugt. Trýsta ella ikki trýsta. Og mjólkarpakkin? Ja. Hann er aftur fastur og fúsur í ókeypis fittliga haldararanum frá keypmanni mínum úti í Grønlandi ? einfalt og praktiskt.
Nú fari eg at taka samanum og enda, sum eg byrjaði - við ostaklokkuni - og viðganga, at eg havi keypt mær eina Bodum ostaklokku ? størri og vakrari enn hina. (Nú segði eg tað!) Sama hvussu stórt ostastykkið er, so passar tað í ostaklokkuna. Runt, fýrakantað, høgt ella lágt. Brie, Klovborg, Camembert ella Cheasy. Eg síggi eisini, enntá uttan at taka lokið oman av henni, um osturin hevur rætta gula litin ella er við at gerast grønur uttan at vera ein Rouqefort. Og so er hon nokk so snøgg, tá eg sjálv skal siga tað. Bodum Ostaklokkan. Snøggari enn hin, tit vita.