Vit taka ein dyst í senn

Landsliðsvenjarin toynir av øllum alvi at benda hugin hjá leikarunum burtur frá Týsklandsdystinum. Orkan skal heldur nýtast til dystin í dag, og so má Týskland koma, tá tað kemur

KAUNAS: Eins og restin av landsliðshópinum, so tóktist Henrik Larsen at vera í sera góðum lag, tá vit fingu orðið á hann eftir hósdagsvenjingina. Og yvirhøvur tykist tað soleiðis, at hann gleðir seg til dystin leygardagin.
Eitt er tó leygardagurin. Nakað annað er uppgávan komandi mikudag, og júst hetta at savna tankarnar til leygardagin, er kanska torførasta uppgávan hjá venjaranum hesaferð, men heldur ikki hetta tykist raka venjaran serliga meint.
- Sjálvandi er taqlan um ein stóran dyst mikudagin, men fyri okkum ræður um at gera eitt gott arbeiði her. Eitt gott úrslit í fyrra dystinum er fortreytin fyri einum framhaldandi góðum túri. Eg rokni eisini við, at spælararnir eru somikið at sær komnir, at teir fyrst hugsa um dystin her, áðrenn tankarnir leita til Týsklands. Sjálvur hugsi eg í øllum førum bert um hendan dystin, segði Henrik Larsen.

Skulu skora

Og venjarin hevur eisini fyrireikað seg, nú litavar standa á skránni. Føroyar og Litava spældu samstundis, so venjarin hevur ikki havt møguleika at síggja teir í dysti, men éinar tveir dystir hevur hann so sæð á sjónbandi, og tað gevur honum so í øllum førum eina hómin av, hvørjar styrkirnar hjá Litava eru.
- Eg vil siga, at teir eru eitt typiskt eystur-europeisk lið. Skjótir, tekniskt góðir og tryggir á bóltinum. Nú sá eg teir í dystinum móti Týsklandi, og sjálvandi er tað ein heldur øðrvísi dystur, enn tá teir spæla ímóti okkum, men kortini haldi eg, at teir hava eitt sera gott lið.
Er talan um eitt somikið gott lið, at føroyska liðið bara skal liggja afturi og verja, ella fara vit eisini at fáa onkrar møguleikar at fara í álop?
- Sjálvandi fáa vit tað. Eg havi altíð sagt, at tú vinnur ongan dyst uttan at leypa á, so frameftir skulu vit nokk koma.

Ikki til beinkin

At enda spurdu vit Henrik Larsen, hvørt hann hevði nakað at siga um, hvussu liðið verður sett leygardagin. Sum kunnugt, so hevur talan verið um góð úrslit, síðani nýggi venjarin tók yvir, og tí eru tær stóru broytingarnar kanska ikki væntandi. Hinvegin, so hevur hann hesa ferð tikið Øssur Hansen við aftur í hópin, og tað man so helst vera við tí í hyggju, at hann skal spæla.
- Tað er klárt. Ein leikara sum Øssur tekur tú í øllum førum ikki við fyri at seta á beinkin, so eg skal finna pláss til hann. Annars skulu tit nokk ikki rokna við teimum stóru broytingunum. Kanska onkrar smærri justeringar, men tað verður so helst ikki til meira enn tað.