hvussu standurin har er, tí tað er slett ikki hugsingur um hjá nøkrum at fara inn í dokkina, soleiðis sum hon nú liggur á liðini. Rasmus Brohus, stjóri í Hirtshals Yard, dugir ikki at meta um, nær bjarg [...] seg um at tøma onkrar barlasttangar og fylla aðrar fyri soleiðis at broyta stabilitetin, soleiðis at flótidokkin møguliga kann lyfta seg upp aftur á rættkjøl. Serfrøðingar í bjarging duga ikki at siga, [...] um hetta fer at eydnast. Miseydnast bjargingin við at broyta barlasttangarnar, verður helst neyðugt við flótikrana. Væntandi er, at norski trolarin, sum stendur inni í flótidokkini, hevur fingið nakað
Tíðin er komin at taka KT-trygd í álvara. KT2004 tekur evnið upp, og leiðandi trygdarstjórar eru komnir higar at greiða frá. Hvør einstøk fyritøka noyðist at orða sín egna trygdarpolitikk og smíða sín [...] hvørva. Við kunningarskipanum og dáta er øðrvísi. Tað er sjálvandi troyttandi, at telduskipanin ikki virkar í nakrar dagar, men vit kunnu fara til arbeiðis kortini. Verri er við óynsktum gestum í telduskipanini [...] rhaldarunum er Carsten Heilbuth, sum hevur arbeitt einamest við KT-trygd í Danmark. Hann er trygdarstjóri í KMPG og er millum annað limur í ráðnum fyri KT-trygd. KPMG IT Risk Management er millum tey leiðandi
tí at føroyingar ikki dugdu at síggja, at tað var skilagott at fáa nýmótans havnir gjørdar, men tí at mótstøðumenn hansara søgdu, at teir kundu megna tað hann ikki megnaði, nevnliga at fáa danir at gjalda [...] gera, og tað er at skipa fyri skilsmissuni á ein slíkan hátt, at samstarvið millum ríkini bæði verður so gott sum møguligt. Hetta er tað, sum nú er farið undir, og er at ynskja, at tað ikki tekur ov langa [...] Nú er so spurningurin, um tað fer at eydnast tí stóra meirilutanum av ikki-imperialistiskum dønum at seta donsku imperialistarnar upp á pláss. Tað er at vóna, tí eydnast tað, so er tað sera lætt at skipa
B68, Jann Ingi Petersen, ið staðfesti, at javnleikurin ger støðuna í botninum eitt sindur ótrygga: – Tað hevði verið hugaligari at liggið longur uppi, og tá er talan um eitt heilt annað trýst. Eisini [...] NSÍ umskipa liðið. Tað riggað, tí B68 megnaði so ongantíð at fáa nakað burturúr, at ein maður var meira á vøllinum, og NSÍ var líka nær við at avgera dystin, sum B68. Liðini høvdu seint í dystinum tveir [...] Trý lið stríðast um at sleppa undan at skula flyta niður saman við FC Suðuroy, sum stigatalvan hevur sæð út tað mesta av hesum kappingarárinum. Og tá tvey teirra, B68 og NSÍ, møttust á Svangaskarði l
sum plagar at liggja í Føroyum, meðan tað bíðar eftir farmi. Atfinningarsamar røddir vilja vera við, at orsøkin til at Arctic Lady og eitt líknandi skip, Meridian Spirit, liggja í Føroyum, er at tey eru ov [...] dálkandi til at lúka treytirnar at sleppa at liggja aðrastaðni. Tey liggja her og brenna tungolju, meðan tey bíða, men skifta so yvir til reinari olju, tá tey sigla við farmi. Arctic Lady er eitt lastiskip [...] gestur - Hugaligt at vakna í morgun og hyggja út gjøgnum vindeyga, sigur Kári P. Højgaard. – Vakurt útsýni í morgun, skrivar Bill Justinussen, meðan Tórbjørn Jacobsen skrivar, at tað er ein trivaligur gestur
Azmai er eingin ungur telvari og er tað tí sjáldsamt, at ein kann bróta seg upp til 2700 ratingmarkið somikið seint í talvkarrieruni. 9,5 stig av trettan møguligum stigum vann Asmai sær, sum eisini er formaður [...] meira og savnaði allar kreftir til at vinna á unga russaranum. Azmai bleiv stórmeistari sum 28 ára gamal, og er tað lutfalsliga seint. Til samanberingar kann nevnast, at Sergey Karjakin fyri umleið einum [...] Cmilyte úr Litava. Hon var ein av favorittunum, og kann nú kalla seg besti kvinnuligi telvari í Evropa. Judit Polgar er sjálvsagt besta kvinna í heiminum við sínum 2715 ratingstigum. Hon telvar nú bert saman
við rygginum. At hon seinastu tíðina ikki hevur fingið vant av álvara, sást eisini týðiliga aftur fyrstu løtuna. Hon tóktist ikki tora at seta nakað sum helst á ryggin, og ístaðin fyri at smasha bóltar [...] nakran hátt við, at hetta fór at geva føroyska liðnum nakað serligt av trupulleikum. Helga við aftur At luttøkan í hálvfinaluni longu var tryggjað, fekk venjaran hjá føroyska landsliðnum at gera einstakar [...] uttan iva vóru ætlaðar at koma føroyingum til góðar í hálvfinaluni og eini møguligari finalu. Broytingin var í stuttum tann, at Helga Nordendal aftur var á vøllinum, eftir at hon ikki hevur verið við í
hjálpa mær at skriva tekst til ein jólasang, eg júst hevði gjørt til nýborna sonin hjá mær fyri at hátíðarhalda føðing hansara. Málið við at skriva sangin var at varpa ljós á tað, sum eg haldi átti at verið [...] tíð, har menniskju áttu at minst til, at vit øll í veruleikanum eru sameind. Tá kavin legst á hús, býir og lond og fjalir mørkini millum okkara, eigur hetta at minna okkum á, at í veruleikanum eru hesi [...] fyri at skilja okkum sundur sum menniskju. Í veruleikanum er tað nógv meira, sum bindur okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Tað var tað, eg vildi siga við hesum sanginum. Eg eri sera fegin um, at Elin
væntandi, at amerikanski tjóðbankin fór at lækka rentuna í kvøld. Teir flestu eygleiðararnir væntaðu, at lækkingin bleiv 0,25 prosentstig, men hon bleiv 0,50 prosentstig, so hon nú er 4,75 prosent. Tað er serliga [...] tjóðbankan at lækka rentuna. Búskaparfrøðingar í Danmark vænta ikki, at rentan í Evropa fer at lækka, sjálvt um hon lækkar í USA. Tvørturímóti vænta búskaparfrøðingarnir, at rentan í Vesturevropa fer at hækka
Vestager, avtalað, at teir báðir flokkarnir skulu samarbeiða aftan á fólkatingsvalið í næsta mánað. Málið er at beina fyri tí sokallaða blokkpolitikkinum. Avtalan ber millum annað í sær, at í framtíðini skal [...] flokkarnar merkir, at tað annars so fasta samstarvið millum Vinstra, Konservativa Fólkaflokkin og Danska Fólkaflokkin er fokið. Pia Kjærsgaard, formaður í Danska Fólkaflokkinum, er í øðini. Hon hevur í kvøld [...] Vestager leggja dent á, at teir báðir flokkarnir fara ikki í stjórn saman, og at teir framhaldandi styðja hvør sítt forsætisráðharraevni. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at avtalan millum teir