Óvæntaðir trupulleikar

Føroyska kvinnuliðið í flogbólti hevði í løtum trupulleikar av teimum av Guernsey, men alt í alt kann ikki ein fingur setast á føroyska sigurin

 

Flogbóltur


Týsdagin spældu føroysku flogbóltskvinnurnar seinasta dystin í bólkaspælinum í flogbóltskappingini. Dysturin var móti Guernsey, og roknað varð ikki á nakran hátt við, at hetta fór at geva føroyska liðnum nakað serligt av trupulleikum.


Helga við aftur

At luttøkan í hálvfinaluni longu var tryggjað, fekk venjaran hjá føroyska landsliðnum at gera einstakar broytingar á liðnum. Broytingar, sum uttan iva vóru ætlaðar at koma føroyingum til góðar í hálvfinaluni og eini møguligari finalu.

Broytingin var í stuttum tann, at Helga Nordendal aftur var á vøllinum, eftir at hon ikki hevur verið við í hinum dystunum orsakað av trupulleikum við rygginum.

At hon seinastu tíðina ikki hevur fingið vant av álvara, sást eisini týðiliga aftur fyrstu løtuna. Hon tóktist ikki tora at seta nakað sum helst á ryggin, og ístaðin fyri at smasha bóltar, vórðu hesir heldur lobbaðir yvir um, umframt at hon heldur ikki var so stinn í blokkinum.

Hetta gjørdist sum vera man frægari, sum dysturin leið, og møguleikin fyri at Helga fer at spæla við fullari ferð í hálvfinaluni, tykist so avgjørt at vera til staðar.


Omanfyri er skrivað, at roknað varð ikki við nøkrum trupulleikum í hesum dystinum, men føroyska liðið hevði í fyrsta settinum storar trupulleikar,

Spælararnir tóktust beinleiðis ókonsentreraðar á vøllinum. Nógv mistøk vórðu gjørd, og tá møguleiki beyðst at avgera bóltar, tóku tær alt ov sjáldan av. Heldur ikki riggaði blokkurin nóg væl, men hetta komst ivaleyst eisini av, at Helga skuldi spælast inn aftur á liðið eftir fráveru sína.


Vend kom í

Tað var sjónligt, at føroyska liðið hevði fingið skil á hugburðin, tá farið varð inn til seinna settið. Styrkin og neyvleikin í spælinum var størri í allar mátar. Móttøkurnar riggaðu, og hevingar hjá Marjun kastaðu í flestu førum góðar møguleikar til viðleikarar av sær, og var tað serstakliga Gudrid Nolsøe, sum var ófør at gera sær dælt av hesum.

Føroysku kvinnurnar vunnu sær soleiðis skjótt eina hampuliga trygga leiðslu, og hóast tær av Guernsey aftur sluppu at spæla við móti endanum, so kom settið ongan tíð í vanda.

Tað gjørdi dysturin sum so heldur ikki, tað sum eftir var at spæla. Guernsey kvinnurnar royndu at gera ein vørr í triðja settinum, men tá varð skjótt sjónligt, at takið hevði kostað nógv. Mistøkini í spælinum gjørdust alsamt fleiri, og tær hjá okkum høvdu bæði krops- og sálarligu styrkina til at gera sær dælt av hesum.

Sostatt er nú endaliga greitt, at kvinnurnar í øllum førum røkka hálvfinaluplássinum, men hetta var eisini mest sum eitt krav undan kappingini. Spurningurin er heldur, hvørt okkara fara at vinna seg fram til finaludystin, men tann spurningurin verður so ikki svaraður fyrr enn hósdagin.