Í dag hevur eitt lið við serfrøðingum í bjarging arbeitt við einum átaki, sum ætlandi skal fáa koppaðu flótidokkina hjá Hirtshals Yard í Hirtshals á rættkjøl aftur. Talan er um eitt umfatandi arbeiði, tí bara hin 82 metrar langa flótidokkin vigar út við 4000 tons, og inni í dokkini stendur ein 70 metrar langur norskur trolari, sum vigar umleið 1800 tons.
Talan er tí um stóra megi, sum skal til fyri at fáa flótidokkina aftur á beint. Hetta kann koma at taka tíð, men stjórin í Hirtshals Yard, Rasmus Brohus, segði við Nordjyske um middagsleitið í dag, at tey fylgja løgdu ætlanini um bjarging.
Ætlanin snýr seg um at tøma onkrar barlasttangar og fylla aðrar fyri soleiðis at broyta stabilitetin, soleiðis at flótidokkin møguliga kann lyfta seg upp aftur á rættkjøl. Serfrøðingar í bjarging duga ikki at siga, um hetta fer at eydnast. Miseydnast bjargingin við at broyta barlasttangarnar, verður helst neyðugt við flótikrana.
Væntandi er, at norski trolarin, sum stendur inni í flótidokkini, hevur fingið nakað av skaða, men eingin veit rættiliga, hvussu standurin har er, tí tað er slett ikki hugsingur um hjá nøkrum at fara inn í dokkina, soleiðis sum hon nú liggur á liðini.
Rasmus Brohus, stjóri í Hirtshals Yard, dugir ikki at meta um, nær bjargingararbeiðið verður liðugt. Tað kann henda nú um vikuskiftið, men tað kann eisini koma at taka eina viku, leggur hann aftrat.









