Óynskta úrslitið

Hvørki B68 ella NSÍ kunnu brúka ein javnleik til tað stóra í botnstríðnum, har tað serliga í innanhýsis uppgerðunum snýr seg um at sleppa avstað frá hinum liðunum

Trý lið stríðast um at sleppa undan at skula flyta niður saman við FC Suðuroy, sum stigatalvan hevur sæð út tað mesta av hesum kapp­ingarárinum. Og tá tvey teirra, B68 og NSÍ, møttust á Svangaskarði leygar­dagin, ráddi um hjá báðum pørtum at fara eftir trimum stigum, tí ein javnleik kundi eingin brúka til nakað.
– Vit skaptu alt ov lítið, men høvdu tað mesta spælið. Men tá vit ikki klára at fáa meira enn tað eina málið, so fær tað ikki verið øðrvísi, segði liðformaðurin hjá B68, Jann Ingi Petersen, ið staðfesti, at javnleikurin ger støðuna í botn­inum eitt sindur ótrygga: – Tað hevði verið hugaligari at liggið long­ur uppi, og tá er talan um eitt heilt annað trýst.
Eisini liðformaðurin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, staðfesti, at úrs­litið var ikki tað, sum farið varð eftir: – Vit ætlaðu okkum trý stig, men tá vit so mistu ein mann nokk so tíðliga í seinna hálvleiki, bleiv tað eitt yvirlivilsi fyri okkum. Vit klár­aðu tað, og tá bleiv eitt stig nøktandi, sum umstøðurnar vóru, segði hann.
Nervar vóru at síggja frá fyrstu løtu, og mestsum allur fyrri hálv­leikur var øgiliga nógv merktur av feilum. B68 hevði nógvar skot­royndir, ið allar fóru uppum og ofta langt uppum, meðan NSÍ átti tann størsta einstaka kjansin eftir lítlan hálvan tíma, tá Klæmint A. Olsen bleiv nokk so leysur inni í B68-brotsteiginum, men fekk skotið blokerað, so bólturin hoppaði fram við aftaru stong og út.

Bæði kundu avgjørt
Eftir steðgin var skilið heldur betri, og tá komu so eisini bæði málini í dystinum. Fyrst Christian Høgni Jacobsen til 1-0, tá hann bleiv púra leysur í høgru síðu og rak inn á NSÍ-fimmmeturin, áðrenn hann smekk­aði eftir jørð í málið.
Síðani gekk bara ein góður min­uttur, so hevði Klæmint A. Olsen javnað fyri NSÍ til 1-1. Hetta hendi eftir eitt fríspark í vinstru síðu, sum B68 ongantíð fekk ruddað burtur, so bólturin ferðaðist kring B68-brotsteigin, til Helgi L. Petersen eftir jørð sendi til Klæmint, ið høgdi bóltin upp undir nettakið.
Tá so NSÍ løtu seinni fekk Viljorm Davidsen útvístan, tí hann hevði rópt okkurt eftir linjudómaranum, mátti NSÍ umskipa liðið. Tað riggað, tí B68 megnaði so ongantíð at fáa nakað burturúr, at ein maður var meira á vøllinum, og NSÍ var líka nær við at avgera dystin, sum B68.
Liðini høvdu seint í dystinum tveir stórar kjansir í part, tá fyrst innskifti Haraldur R. Højgaard vendi sær og smekkaði dygst fram við NSÍ-stongini, og so tá somuleiðis inn­skifti Andrias á Líknagøtu bleiv púra leysur, men rak bóltin ov langt frá sær og tí ongantíð fekk ordiligt skot á.
Javnleikurin var ikki tað, nakað av liðunum hevði brúk fyri, og tað var heldur ikki tað, tey fóru eftir. Tá so TB eisini spældi javnt, er støðan millum hesi trý feløgini akkurát tann sama, sum hon var.