Óvæntað stór rentulækking í USA

Amerikanski tjóðbankin hevur lækkað rentuna 0,50 prosentstig í kvøld Tað var væntandi, at amerikanski tjóðbankin fór at lækka rentuna í kvøld. Teir flestu eygleiðararnir væntaðu, at lækkingin bleiv 0,25 prosentstig, men hon bleiv 0,50 prosentstig, so hon nú er 4,75 prosent.

Tað er serliga kreppan á amerikanska húsamarknaðinum, sum hevur fingið tjóðbankan at lækka rentuna.

Búskaparfrøðingar í Danmark vænta ikki, at rentan í Evropa fer at lækka, sjálvt um hon lækkar í USA. Tvørturímóti vænta búskaparfrøðingarnir, at rentan í Vesturevropa fer at hækka eina ferð í ár og helst í desember.