Óynskt í Nólsoy – fagnað í Runavík

Ljóta summarplágan kalla nólsoyingar skipið. Trivaligur gestur siga runavíkingar.

 

LNG-skipið Arctic Lady hevur seinastu árini verið regluligur gestur í Nólsoyarfirði. Nólsoyingar og onnur hava ilskast inn á skipið, sum plagar at liggja í Føroyum, meðan tað bíðar eftir farmi. Atfinningarsamar røddir vilja vera við, at orsøkin til at Arctic Lady og eitt líknandi skip, Meridian Spirit, liggja í Føroyum, er at tey eru ov dálkandi til at lúka treytirnar at sleppa at liggja aðrastaðni. Tey liggja her og brenna tungolju, meðan tey bíða, men skifta so yvir til reinari olju, tá tey sigla við farmi.

 

Arctic Lady er eitt lastiskip, sum flytur flótandi natúrgass.

 

Í morgun setti hon tó kós úr Nólsoyarfirði og norðureftir, beint inn á Skálafjørðin – og har er móttøkan ein onnur.

 

Kropp á kroppi hava løgtingslimir og býráðsformaðurin í Runavík lagt dagføringar á Facebook, har teir fegnast um stóra gestin, sum er komin inn á Skálafjørðin í morgun. Løgtingsmenninir Kári P. Højgaard og Bill Justinussen og býráðsformaðurin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, eru millum teirra, sum heilsa arktisku frúnni vælkomnari.

- Trivaligur gestur

- Hugaligt at vakna í morgun og hyggja út gjøgnum vindeyga, sigur Kári P. Højgaard. – Vakurt útsýni  í morgun, skrivar Bill Justinussen, meðan Tórbjørn Jacobsen skrivar, at tað er ein trivaligur gestur, sum hevur lagt seg inn á fjørðin í góðveðrinum í morgun.

 

Sambært Norðlýsinum sigur Tórbjørn Jacobsen at skipið skal skifta nakrar sondur. Til tað krevst deyðavatn, og tí er skipið farið inn á Skálafjørðin í morgun.

 

Arctic Lady er skrásett í Hammerfest í Noregi og siglir undir norskum flaggi. Hon er bygd í 2006, er 288 metrar long og 50 metrar breið.