Blaðið hjá danska javnaðarflokkinum hevði stór tíðindi at bera okkum føroyingum nú um dagarnar
Tríggir av fýra dønum ynskja okkum hagar piparið grør!
Í hesum er einki nýtt. Ein kanning, sum Jútlandsposturin gjørdi fyri tveimum árum síðani, vísti tað sama, og tann sum hevur fylgt við í donskum bløðum hesa øldina, veit at soleiðis hava vanligir danir altíð hildið.
Danska imperialisman ikki fólkaynski
Men higartil hevur hesin hugburður hjá vanliga dananum ikki havt nakra ávirkan á teir danir, sum hava gjørt av, hvør politikkur ið rekast skuldi móti Føroyum. Tí hevur tað eydnast hesum máttmiklu dønum at álagt tí stóra meirilutanum av dønum, sum ikki eru imperialistar, at gjalda skattir, sum hava verið nýttir til at keypa hesum fáu donsku imperialistunum undirtøku í Føroyum.
Felda tilboðið 1906
Hetta var tað sum hendi í 1906. Tá høvdu føroyingar valt ein fólkatingsmann, sum æt Jóannes Patursson. Hann helt, at tað almenna skuldi gera íløgur í undirstøðukervið í Føroyum, so vit fingu havnir, ið kundu geva okkum møguleikar fyri at nýta tað ríka tilfeingið, sum var kring um oyggjar okkara.
Aðra staðni í ríkjasambandi okkara hevði statskassin goldið slíkar havnir, eitt nú í Esbjerg. Men tá Jóannes skeyt upp, at staturin eisini skuldi gera tað sama í Føroyum, fekk hann at vita, at í Vesturjútlandi, har Esbjerg var, guldu íbúgvarnir skatt til statin, og so leingi føroyingar ikki gjørdu tað, kundu teir ikki rokna við at fáa nakra játtan til nakra statshavn.
Tá var tað, at Jóannes skeyt upp, at føroyska løgtingið í staðin kundi fáa heimild at krevja upp eina so stóra upphædd, at hon svaraði til statsskattin aðrastaðni í ríkjasambandinum.
Tá hann so kom heim til Føroya við hesum tilboði, varð hann feldur. Hetta var ikki tí at føroyingar ikki dugdu at síggja, at tað var skilagott at fáa nýmótans havnir gjørdar, men tí at mótstøðumenn hansara søgdu, at teir kundu megna tað hann ikki megnaði, nevnliga at fáa danir at gjalda fyri hesar útbyggingar uttan at vit skuldu gjalda nakran skatt yvirhøvur. Vit skuldu hvørki gjalda skatt til statin ella til løgtingið, og allíkavæl fáa allar teir góðar, sum hoyrdu nútíðini til.
Imperialisman fíggjað við donskum skattum
Hetta vallyfti kundu teir halda, tí teir fingu teir imperialistisku danirnar at gjalda við skattunum hjá teimum dønum sum ikki tóku undir við hesum politikki. Tá var tað av álvara farið undir tann politikk, sum til henda dag hevur givið atkvøður til teir føroysku politikarar, sum reisa seg upp og siga: Vit eru menn fyri at fáa danir til at gjalda okkara vallyfti.
Við hesum politikki hevur tað eydnast teimum fáu donsku imperialistunum at varðveita ræðið yvir Føroyum. Viðhvørt hevur sjálvandi verið teimum vátt undir føti. Í 1946 vóru teir fyri tí óhappi, at føroyingar, í staðin fyri at samtykkja at fáa heimastýri, gjørdu av at loysa frá Danmark. Men slíkt tók teir ikki av fótum. Teir søgdu tá, at kundu teirra viðhaldsmenn til løgtingsvalið, sum kom aftaná, fáa vald ein meiriluta, sum ikki vildi seta fólkaatkvøðuna í verk, so skuldu teir fáa meir enn tær tvær milliónirnar, teir tá fingu um árið. Hetta var nóg mikið til at vinna valið, og so kundu teir aftur hóreiggja sær sum fyrr.
Tapið fyri okkum av tí at vit ikki loystu í 1946
Árið eftir, í 1947, spurdi eitt bretskt felag, um tað kundi seta upp eina radiosendistøð í Føroyum. Teir vóru fúsir til at gjalda 15 milliónir um árið fyri eitt slíkt loyvi. Men nú søgdu danir: Tað eru vit, sum hava ræðið, og vit siga nei!
Fíggjarliga tapið fyri okkum av tí at vit lótu okkum tøla av donsku lyftunum var tí ómetaligt, og tað hevur staðið við og versna øll árini síðani.
Nú er so spurningurin, um tað fer at eydnast tí stóra meirilutanum av ikki-imperialistiskum dønum at seta donsku imperialistarnar upp á pláss.
Tað er at vóna, tí eydnast tað, so er tað sera lætt at skipa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
Ongan blokk ? men statsskatt!
Tað einasta, sum skal til, er at teir donsku imperialistanir fáa at vita, at teir sleppa ikki framyvir at fíggja politikk sín við donskum skattainntøkum. Tá fara veitingarnar til Føroyar halda uppat, og føroyingar skulu gjalda sama skatt til statin sum aðrir borgarar um so er, at teir vilja vera saman við Danmark.
Hetta er tað, sum danski javnaðarflokkurin nú hevur spælt út við. Enn hevur hann tó bert sagt, at blokkstuðulin skal halda uppat, men lítið er at ivast í, at statsskatturin stendur næstur á skránni.
Uttarliga skal óboðin sita
Einki bendir á, at nakar meiriluta fæst í Føroyum fyri at vera saman við Danmark undir slíkum treytum. Tí er bert eitt at gera, og tað er at skipa fyri skilsmissuni á ein slíkan hátt, at samstarvið millum ríkini bæði verður so gott sum møguligt.
Hetta er tað, sum nú er farið undir, og er at ynskja, at tað ikki tekur ov langa tíð, tí hvør dagur, ið livað verður saman við fólki, sum ikki ynskja at hava ein inni hjá sær, er ein pína.
Zakarias Wang
11/4 2000