Tíðin er komin at taka KT-trygd í álvara. KT2004 tekur evnið upp, og leiðandi trygdarstjórar eru komnir higar at greiða frá. Hvør einstøk fyritøka noyðist at orða sín egna trygdarpolitikk og smíða sín egna verjugarð, og til tess eru amboð, sum verða gjøgnumgingin á stevnuni
KT-TRYGD
Tað er ein vanlukka fyri eina fyritøku, um hon brennur í grund. Tí tryggja virki seg og seta brandmúrar, eldsløkkjarar og sprinklaraskipanir upp. Hvørva allar upplýsingar í eini fyritøku, er fyritøkan í grundini eisini burtur. Men onkursvegna er tað ikki so umráðandi hjá virkjum at tryggja seg ímóti hesum. Tað er kanska menniskjaligt.
Bygningar og innbúgv síggja og føla vit, og tað fær beinanvegin avleiðingar, um tey hvørva. Við kunningarskipanum og dáta er øðrvísi. Tað er sjálvandi troyttandi, at telduskipanin ikki virkar í nakrar dagar, men vit kunnu fara til arbeiðis kortini. Verri er við óynsktum gestum í telduskipanini, sum kunnu gera óbótaligan skaða og kosta fyritøkuni dýrt.
KT-trygd er ein av teimum týdningarmestu íløgunum næstu árini, vísa kanningar í okkara grannalondum, har vantandi KT-trygd verður mett sum ein tann størsti trupulleikin hjá fyritøkum.
KT2004 tekur spurningin um KT-trygd í Føroyum upp. Fyrilestrar verða hildnir í Útvarpshøllini og í Dansistovuni fríggjadagin 23. apríl, og allir fyrilestrarhaldararnir eru trygdarstjórar í stórum donskum fyritøkum. Røtt verður um grundleggjandi KT-trygd, um KT-trygd í smærri og miðalstórum virkjum, um verkseting av KT-trygd og um KT-trygd út frá einum leiðslusjónarmiði.
Ein av fyrilestrarhaldarunum er Carsten Heilbuth, sum hevur arbeitt einamest við KT-trygd í Danmark. Hann er trygdarstjóri í KMPG og er millum annað limur í ráðnum fyri KT-trygd. KPMG IT Risk Management er millum tey leiðandi grannskoðara- og ráðgevaravirkini í KT-trygd.
Carsten Heilbuth sigur, at smærri og miðalstór virki ikki altíð eru greið yvir, hvussu bundin tey í grundini eru av kunningartøkni. Tey hava kanska keypt sær eina antivirus-skipan og halda alt vera í fínasta lagi, men tað er tað ikki. Tað ræður um at viðurkenna trupulleikan, og tástaðni ber til at stinga ein KT-trygdarpolitikk út í kortið. Tú skalt skipað fara ígjøgnum, hvørjar hóttanir, vandar og avleiðingar eru, og nústaðni tá ber til at gera eina heildarmeting og -ætlan.
Heilbuth leggur dent á, at ein fyritøka sjálv orðar sín trygdarpolitikk og ikki skrivar hann av eftir onkrari aðrari, tí trygdin skal lagast til tær mannagongdir, sum eru galdandi fyri akkurát tína fyritøku.
Vitja KT-stevnuna og fá eyguni upp fyri trygdini, áðrenn óynsktir gestir fáa eygu á tína fyritøku.
Fyrilestrar um KT-trygd, fríggjadagin 23. apríl
Útvarpshøllin
1. Carsten Heilbuth, trygdarstjóri í KPMG:
KT-trygd sæð úr einum leiðslusjónarmiði (11.00-11.35)
2. Kim Stengel, trygdarstjóri í Velux:
Praktisk verkseting av BS7799/ISO17799 (11.35 til 12.15)
Uppleggingini verða ein heild
Dansisalurin
1. Vibe Vallentin Jensen, trygdarstjóri í Ernst & Young:
KT-trygdarviðurskifti og KT-trygdararbeiði í smáum virkjum (kl. 10.30)
2. Niels Rasmussen, trygdarstjóri í Nykredit:
Grundleggjandi KT-trygd løgd eftir sunnari fornuft (kl. 14.30)