Rættiliga óvæntað hava leiðararnir í Konservativa Fólkaflokkinum og Radikala Vinstra í Danmark, Lars Barfoed og Margrethe Vestager, avtalað, at teir báðir flokkarnir skulu samarbeiða aftan á fólkatingsvalið í næsta mánað. Málið er at beina fyri tí sokallaða blokkpolitikkinum.
Avtalan ber millum annað í sær, at í framtíðini skal fíggjarlógin ikki byggja á tepra semju í Fólkatinginum. Í tí praktiska politikkinum merkir tað, at ein fíggjarlóg skal ikki byggja á atkvøðurnar hjá Danska Fólkaflokkinum ella Eindarlistanum, sama hvør vongur í Fólkatinginum skipar stjórn. Í øðrum lagi merkir avtalan, at tey konservativu kunnu atkvøða fyri einum uppskoti hjá einari stjórn undir sosialdemokratiskari leiðslu, eins og tey radikalu kunnu atkvøða fyri einum uppskoti hjá einari bongarligari stjórn.
Lars Barfoed og Margrethe Vestager leggja dent á, at teir báðir flokkarnir fara ikki í stjórn saman, og at teir framhaldandi styðja hvør sítt forsætisráðharraevni.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at avtalan millum teir báðar flokkarnar merkir, at tað annars so fasta samstarvið millum Vinstra, Konservativa Fólkaflokkin og Danska Fólkaflokkin er fokið. Pia Kjærsgaard, formaður í Danska Fólkaflokkinum, er í øðini. Hon hevur í kvøld kallað Lars Barfoed fyri svíkjara.