hava borið uppskot í tingið, sum hava við framtíðarstøðu Føroya at gera. Hesaferð er tað eitt samlað landsstýri - tí kunnu vit loyva okkum at taka málið í størri álvara - samd ella ósamd. Í skrivandi stund [...] in aftur fór at leggja fram uppskotið um setan av stjórnmálanevnd - um enn í nakað broyttum líki. Løgmaður vísti í tinginum í gjár á, at hann fegin vil hava eina so breiða útmelding frá tinginum, sum yvir [...] at landsstýrið ikki ætlar sær í óðum verkum til Keypmannahavnar at samráðast við einum teprum meiriluta av tinginum aftan fyri seg. Hinvegin, so mugu bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum
Frank og Charles Seiberling í 1898. Frank var ein holdin maður, og ein dagin í 1898 keypti hann eina verksmiðju í Akron, sum var farin í fallinum á børsinum í Wall Street í 1893. Hana fekk hann fyri 13 [...] ongantíð pening burtur úr sínum uppfinnilsi - og í 1860 doyði hann. Kortini hevði hann verið á onkrum vørumessum og sýnt fram sítt uppfinnilsi, eitt nú í London og í París. Fyritøkuna The Goodyear Tire and Rubber [...] 13.500 dollarar, og var tað ikki meira enn triðingurin av upprunaliga virðinum. Handilin gjørdi Frank í eini handavend, og hann hevði ikki ánilsi fyri, hvat hann skuldi brúka verksmiðjuna til. Hann hevði
tiltøkini kundu vera í í senn, sigur Bogi Lützen. Hann heldur, at útlendska tiltakið ivaleyst bert krevur ein lítan pall. ? Tá kundi Symfoniorkestrið t.d. vant í Útvarpshøllini, so tað ikki nervaði meir enn [...] Symfoniorkestri, hava vanliga verið hildnar í Norðurlandahúsinum. Hesar konsertir, sum tað ikki stendur á at fáa eini 400 fólk at fara til, verða nú á øðrum stað, møguliga í Læraraskúlahøllini ella líknandi høli [...] sett at vera í Norðurlandahúsinum ístaðin. Á skránni í Norðurlandahúsinum, sama dag og tíð, er upplestur og cellotónleikur, har ein norskur sjónleikari og ein finskur cellospælari framføra. Í vár gjørdi
og tey avvarðandi ikki í longdini halda til at hava senil dement heima, sigur Vilgerð Astridardáttir. Í dag er móttøka á nýggju deildini, har Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum [...] av deildini, har Marjun Restorff er leiðari. Í sambandi við stovnanina eru 13 størv á deildini. Góðar umstøður Deildin fyri eldri senil dement heldur til í Eiragarði 12. Tað er i reyða bygninginum á l [...] verða ørkymlað og ótrygg, um alt kring tey er ókent, tá tey verða innløgd. Sjúkan kann ikki lekjast ? Vit kunnu ikki lekja sjúkuna demens, men vit kunnu viðgerða sjúkuna, eins og møgulig sjúkueyðkenni, um
kvøldi. ? Longri verður ikki opið, tí vit skulu sjálvi standa í kaffistovuni og vit hava so nógvar aðrar uppgávur eisini, so tað verða ikki stundir til tess. Tó verður annað at fáa í kioskini enn vanligar [...] Tað hava altíð verið nógv ferðafólk í Kirkjubø. Men umstøðurnar hjá ferðafólki hava ikki verið av teimum allarbestu. Ein kiosk hevur verið í bygdini, har møguligt var at fáa sær eitt bikar av kaffi, men [...] løgregluni. Øll hini loyvini eru komin uppá pláss. Er tørvur á eini kaffistovu í Kirkjubø? ? Ja, tað er tað. Í summartíðini í hvussu er. Her vitja nógv ferðafólk og fleiri teirra vilja fegin hava høvið til
læra seg fólkaskikk. Tað er ikki føroyskt siðvenja soleiðis at tosa niðursetandi um onnur skilafólk - sjálvt um tey ikki júst eru akademikarar sum ÓB. Eg ivist onga løtu í, at hjartað hjá Heina O. Heinesen [...] Heini er líka so frægur í donskum, sum danir eru í føroyskum! Tað hevði einki gjørt, um føroya fólk gav ÓB »frí« nøkur ár á fólkatingi, meðan hann lærdi seg fólkaskikk her heima í Føroyum. Avloysarin kundi [...] útyvir. Helst hevur lesarin longu funnið útav, hvat undirritaði sipar til í hesi grein, nevniliga fyrstu politisku valsendingina í ÚF herfyri, har floksformenninir røddu um fólkatingsvalið. Til tess at seta
Men tað var nú ikki bert í Miðvági at flokkurin fekk sín stóra stuðul, tí í Sandavági fekk flokkurin 95 atkvøður og í Sørvági 71 atkvøður. Púra óvart á Um orsøkina til henda stóra vøkstur í Vágum, sigur [...] upp á 4500 prosent, um roknimaskinan ikki er farin skeiv. Ikki bert í Vágum hevði flokkurin eina stóra framgongd, tí inni í Eysturoynni hevði flokkurin hjá Sámal Petur í Grund eisini eitt gott fólkatingsval [...] lokkurin við Sámal Petur í Grund gjørdist tann stóri vinnarin av fólkatingsvalinum í Vágum. Flokkurin vann valið so dyggiliga við tilsamans 333 atkvøðum, og bara í Miðvági, í háborgini hjá Sambandsflokkinum
óvæntað, at Neistin skuldi vinna ikki minni enn 27-15 í Klaksvík sunnudagin. Av tí at tað hava verið trupulleikar við fax-maskinuni í KÍ-høllini, hava vit tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil frá dystinum [...] rættiliga jøvn. Helga Ellingsgaard er heima í Føroyum í løtuni. Hon byrjaði ikki í málinum, men kom inn seinni og tók nógv skot. Hinvegin vóru skotini hjá Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið [...] Í hesum kappingarárinum hevur ítróttarhøllin í Klaksvík verið ein sterkur skansi hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Bert eitt stig hevur Stjørnan mist á heimavølli, og tað var í javnleikinum móti Kyndli
Fyrr í ár samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at byggja nýggjan dagstovn í Vesturbýnum í Havn. Hetta málið hevur gingið ógvuliga seint at fáa avgreitt, og sambært forkvinnuni í sosialu nevnd í Tórshavnar [...] orsøkin í umsitingini. Í øðrum líknandi málum er umleið eitt ár gingið frá tí, at samtykt fyriliggur um at byggja ein barnagarð, til hesin verður tikin í nýtslu. So verður eftir øllum at døma ikki í hesum [...] Uppíbygging Í hesum árinum eru fleiri uppíbyggingar gjørdar í verandi dagstovnar í Tórshavnar kommunu. Hetta hevur ført við sær, at eini 20 børn eru sloppin inn á hvønn stovn afturat. Í umbúna er nú at
Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík. Arbeiðið er longu farið í gongd, og væntandi verður liðugt einferð seint í apríl mánaða. Skjótari avgreidsla Trúgvi Hoydal Poulsen, leiðari í Rúsuni í Klaksvík, sigur, at [...] deildin í Klaksvík nú verður sjálvtøka, fer tænastustøðið ikki at lækka. Starvsfólk fara at verða at heita á í handlinum, ið kunnu geva kundunum somu ráðgeving, sum teir higartil hava fingið. Ikki ávirkan [...] nógv um avgreidsluna. Hann sigur, at sum nú er, eru fólk noydd at standa í røð og bíða, meðan ein fremri í røðini stendur og ivast í, hvat slag av víni hann skal keypa. Hesum fara vit at sleppa undan, nú