Afturvendandi og sera væl umtóktu konsertinar hjá Føroya Symfoniorkestri, hava vanliga verið hildnar í Norðurlandahúsinum.
Hesar konsertir, sum tað ikki stendur á at fáa eini 400 fólk at fara til, verða nú á øðrum stað, møguliga í Læraraskúlahøllini ella líknandi høli, tí annað tiltak er sett at vera í Norðurlandahúsinum ístaðin.
Á skránni í Norðurlandahúsinum, sama dag og tíð, er upplestur og cellotónleikur, har ein norskur sjónleikari og ein finskur cellospælari framføra.
Í vár gjørdi nevndin fyri Symfoniorkestrið ein avtalu við Norðurlandahúsið um at fáa innvist til konsertina í oktober, men tá vóru nakrir tónleikarar upptiknir aðrastaðni.
? Síðani var avtalað at hava konsertina í 27.september, men tá fingu vit boð um, at okkurt annað tiltak var á skánni. Tey vistu ikki so nógv um tað í Norðurlandahúsinum, sigur Bogi Lützen, nevndarlimur.
? Tá vit í august skuldu hava endaliga váttanina um innivist, fingu við boð um, at húsið varð upptikið.? Síðani hava vit spurt fleiri ferðir, um tað bar til at hava konsertina. Við hvørt segði Peter Turtschaninoff, stjóri, at tað mundi fara at bera til, men helst hevur hann verið gloymskur, og ikki boðað starvsfólkunum frá, sum umsita bíleggingarnar.
? Tað er eitt sindur løgið, at ein framførsla við einum cellospælara og einum upplesara skal taka so nógv pláss í húsinum, at ikki bæði tiltøkini kundu vera í í senn, sigur Bogi Lützen.
Hann heldur, at útlendska tiltakið ivaleyst bert krevur ein lítan pall.
? Tá kundi Symfoniorkestrið t.d. vant í Útvarpshøllini, so tað ikki nervaði meir enn neyðugt í Norðurlandahúsinum, og at ein venjing har, áðrenn konsertina, hevði verið nóg mikið.
Eini 50 - 60 limir, sum búgva ymsa staðni í Føroyum, eru í Symfoniorkestrinum, sum hesaferð fara at framføra 37. konsertina. Orkestrið varð stovnað í 1983.
Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Peter Turtschaninoff, stjóra í Norðurlandahúsinum, men hann var tíverri staddur í flogfarinum til Danmarkar.










