Dagstovnurin í Vesturbýnum seinkaður

Í umsitingini í Tórshavnar býráð eru tey so smátt farin undir at fyrireika bygging av nýggja dagstovninum við Landavegin í Havn, men enn eru ymisk viðurskifti í sambandi við lendið ikki komin uppá pláss

Fyrr í ár samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at byggja nýggjan dagstovn í Vesturbýnum í Havn. Hetta málið hevur gingið ógvuliga seint at fáa avgreitt, og sambært forkvinnuni í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð liggur orsøkin í umsitingini. Í øðrum líknandi málum er umleið eitt ár gingið frá tí, at samtykt fyriliggur um at byggja ein barnagarð, til hesin verður tikin í nýtslu. So verður eftir øllum at døma ikki í hesum føri.

- Ognarviðurskiftini á lendinum, har barnagarðurin skal byggjast, eru ikki avgreidd enn. Býráðið eigur lendið, ein leigari er á økinum, og samráðingarnar millum partarnar hava gingið ógvuliga seint, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd.


Fyrireikingar

Á Byggi- og býarskipanardeildini í býráðsumsitingini eru tey kortini so smátt farin undir fyrireikingarnar til byggingina. Dagstovnurin verður ein barnagarður til 60 børn. Enn veit forkvinnan í sosialu nevnd ikki, hvussu nógv stovnurin fer at kosta, men samanbera vit við nýggja dagstovnin, ið læt upp Inni á Gøtu í vár, fer kostnaðurin at liggja um 5-6 mió. krónur, tá ið alt er íroknað.

Nýggi dagstovnurin í Vesturbýnum fer at liggja við Landavegin, í grannalagnum har stóri íbúðarbygningurin og umsitingarbygningurin hjá SEV liggja.


Uppíbygging

Í hesum árinum eru fleiri uppíbyggingar gjørdar í verandi dagstovnar í Tórshavnar kommunu. Hetta hevur ført við sær, at eini 20 børn eru sloppin inn á hvønn stovn afturat. Í umbúna er nú at byggja uppí býlingshúsið Millum Gilja við hesum sama fyri eyga. Málið kemur fyri á fundi í sosialu nevnd í næstu viku. Síðani fer tað í fíggjarnevndina.

- Eg dugi ikki at síggja, at nakað talar ímóti hesi ætlanini. Eitt sindur av peningi er spart, nú kontantgjaldið er tikið av. Kostnaðurin av byggingini fer yvir tvey fíggjarár, sigur Elin Lindenskov.

Hvussu nógv tað fer at kosta at byggja býlingshúsið Millum Gilja út, veit Elin Lindenskov ikki, men hinar uppíbyggingarnar hava kostað umleið 1,2 mió. krónur hvør.

Sostatt fáa eini 80 børn pláss í barnagarði, tá ið nýggi dagstovnurin er liðugur og býlingshúsið Millum Gilja er uppíbygt.