Sjálvstýrisflokkurin við Sámal Petur í Grund gjørdist tann stóri vinnarin av fólkatingsvalinum í Vágum. Flokkurin vann valið so dyggiliga við tilsamans 333 atkvøðum, og bara í Miðvági, í háborgini hjá Sambandsflokkinum, fekk flokkurin heilar 155 atkvøður.
Men tað var nú ikki bert í Miðvági at flokkurin fekk sín stóra stuðul, tí í Sandavági fekk flokkurin 95 atkvøður og í Sørvági 71 atkvøður.
Púra óvart á
Um orsøkina til henda stóra vøkstur í Vágum, sigur ein fegin Sámal Petur í Grund, at fyrst av øllum vil hann takka vágafólki fyri stuðulin, sum kom púra óvart á hann.
? Tað er sjálvandi fyrst og fremst, tí eg havi ført ein miðvísan politikk viðvíkjandi undirsjóvartunnlinum og leingingini av flogvøllinum, og so havi eg eisini verið til samráðingar við donsku myndugleikarnar um sjálva leingingina og glíðibreyt, sum nú er komin undir land.
? Og so havi eg eisini hug at nevna, at eg varð jú settur úr starvi av løgmanni, júst sum eg hevði fingið alt hetta upp á pláss, og tað hava vágafólk ikki gloymt, sigur Sámal Petur í Grund.
Virðiligt umboð
Viðvíkjandi spurningum, hvat sjálvstýrisflokkurin og eisini Sámal Petur skal brúka hesa stóru framgongd til í Vágum, sigur toppskorarin, at hann fer ikki at stilla upp sjálvur í Vágum til løgtingsvalið komandi.
? Men eg skal lova vágafólki, at tey skulu fáa eitt virðiligt umboð fyri sjálvstýrisflokkin til løgtingsvalið komandi, eitt umboð sum tey kunnu hava fult álit á, sigur Sámal Petur í Grund.
Nummar 4
Sjálvstýrisflokkurin fekk 7 atkvøður til seinasta fólkatingsval og til hetta valið 333 atkvøður. Og gera vit vøksturin upp í prosentum, svarar hetta til eina øking upp á 4500 prosent, um roknimaskinan ikki er farin skeiv.
Ikki bert í Vágum hevði flokkurin eina stóra framgongd, tí inni í Eysturoynni hevði flokkurin hjá Sámal Petur í Grund eisini eitt gott fólkatingsval. Við valið 1994 fekk flokkurin 87 atkvøður og til hetta valið 422 atkvøður. Sjálvstýrisflokkurin hevði eitt gott val um alt landið.
Sámal Petur í Grund gjørdist nummar 4 á toppskoraralistanum við 1119 atkvøðum