Charles Goodyear var eingin ríkmaður. Tvørturímóti átti hann ikki sýru í vegg. Kona hansara, Clarissa, bað og bønaði hann um at leggja alt hetta gummiarbeiði frá sær - og heldur royna at forvinna familjuni eitt sindur av peningi.
Men Charles Goodyear gavst ikki. Men tað var kortini Clarissa, sum ein vakran dag í 1839 fann blandingina, sum gjørdi gummiið haldgott - tað, ið seinni varð nevnt vulkanisering.
Men Charles Goodyear var eingin forrætningsmaður - og tískil fekk hann ikki patent upp á blandingina fyrr enn í 1844, og sum vera mann høvdu aðrir longu gjørt honum kynstrið eftir, men hann vann kortini eitt rættarmál seinni, hóast hetta kostaði hon um 25.000 dollarar.
Charles Goodyear vann ongantíð pening burtur úr sínum uppfinnilsi - og í 1860 doyði hann. Kortini hevði hann verið á onkrum vørumessum og sýnt fram sítt uppfinnilsi, eitt nú í London og í París.
Fyritøkuna The Goodyear Tire and Rubber Company stovnaðu brøðurin Frank og Charles Seiberling í 1898. Frank var ein holdin maður, og ein dagin í 1898 keypti hann eina verksmiðju í Akron, sum var farin í fallinum á børsinum í Wall Street í 1893. Hana fekk hann fyri 13.500 dollarar, og var tað ikki meira enn triðingurin av upprunaliga virðinum.
Handilin gjørdi Frank í eini handavend, og hann hevði ikki ánilsi fyri, hvat hann skuldi brúka verksmiðjuna til. Hann hevði hugsað um pappírsframleiðslu, men av tilvild valdi hann gummiframleiðslu - uttan iva tí gongd var komin í gummirframleiðsluna í Akron tá.
Hetta var júst um tað mundið, tá bilarnir gjørdust vanlig sjón á amerikonsku vegunum - og tað sigur helst nakað um framskygni hjá manninum, at hann júst satstaði upp á henda nýggja og vaksandi marknað.
Tað var tann 29. august í 1898, at verksmiðjan formliga varð sett á stovn, og varð hon nevnd eftir pionerinum innan gummiframleiðslu, Charles Goodyear - framleiðslan for í gongd tann 21. november sama ár. Starvsfólkatalið hetta árið var 13.