Teir siga nøkur órein ting, sum teir vita, at nøkur fá fólk flenna eftir. Men eftir øllum at døma hugsa hesir somu persónar ov lítið um tey, sum ikki halda slíkt vera so stuttligt, men heldur óndsinnaða og innballaða útspilling.
Sannleikin er, at fjøldin heldur nógv minni um tey fólk, sum uppføra seg soleiðis enn um tey, sum hetta gongur útyvir.
Helst hevur lesarin longu funnið útav, hvat undirritaði sipar til í hesi grein, nevniliga fyrstu politisku valsendingina í ÚF herfyri, har floksformenninir røddu um fólkatingsvalið.
Til tess at seta niður á formann Tjóðveldisfloksins, Heina O. Heinesen, segði Óli Breckmann, at skuldi tjóðveldismaðurin á fólkating, sum veljarakanningarnar benda á, so noyðist hann fyrst á snarskeið í donskum!
Nú er tað ikki so óvanligt við skeiðum, bæði av einum og øðrum slagi, og eingin sigur, at nakað negativt nýtist at liggja aftanfyri tað at fara á skeið. Men soleiðis, um Ó. B. bar hetta fram, er einki at ivast í, at hetta var ætlað sum eitt slag undir beltið hjá Heina.
Politiskir eygleiðarar halda ikki, at slík framferð er til fyrimuns fyri tann, sum á slíkan ósømiligan hátt roynir at vinna sær politiskan fyrimun.
Men nú Óli Breckmann tosar um snarskeið, kundi verið hóskandi, at hann sjálvur fór á snarskeið at læra seg fólkaskikk. Tað er ikki føroyskt siðvenja soleiðis at tosa niðursetandi um onnur skilafólk - sjálvt um tey ikki júst eru akademikarar sum ÓB.
Eg ivist onga løtu í, at hjartað hjá Heina O. Heinesen brennir líka so heitt fyri føroysku tjóðini og føroyskum áhugamálum, sum hjartað hjá Óla Breckmann, og eg vænti eisini, at Heini er líka so frægur í donskum, sum danir eru í føroyskum!
Tað hevði einki gjørt, um føroya fólk gav ÓB »frí« nøkur ár á fólkatingi, meðan hann lærdi seg fólkaskikk her heima í Føroyum. Avloysarin kundi hóskandi verið Heini ella onkur annar tjóðveldismaður ella -kvinna, sum á ein sakligan og mannsømiligan hátt kunnu bera føroyskt sjónarmið fram á fólkatingi.
Við ynskjum um eitt gott tjóðveldisval, 11. mars.
Við tjóðveldiskvøðu.
Vilmund Jacobsen