Nógv full fólk í býnum í nátt

Ein fullur maður hevur sovið hjá løgregluni í nátt

Nógv fólk, og nógv full fólk, hava verið í býnum í Havn í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at løgreglan seks ferðir hevur verið úti eftir tí, sum tey á politimáli kalla 'berúsarar'. Tað eru full fólk, sum ikki klára seg sjálvi.

Av teimum seks var ein persónur undir 18 ár, sum lá avdottin. Har varð skrivað frágreiðing til sosialu myndugleikarnar, eins og foreldrini vórðu kunnað, sigur vaktleiðarin.

Tann fulli maðurin, sum hevur sovið í klivanum hjá løgregluni í nátt, fær við sær eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hon er upp á 1.500 krónur, og hana fær hann fyri at hava órógvað og fyri at vera fornermisligur ímóti løgregluni.